- Project Runeberg -  Lesibók /
150

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

36.

Har skal kelda kurtalig
alla ævi renna,
har skal eingin livandi
til sótt ella sjúkdóm kenna.

37.

Har mundi bæði matur og drekka
flytast fram at borði,
risin vildi ei missa lív,
hann helt væl síni orð.

38.

Bóndin kemur út árla morgun
glaður fyri uttan vanda:
hann sær eina stóra borg
fyri sínum durum standa.

39.

Bóndin kemur út árla morgun
sær sær einki at meini,
risin treiv um hansara lær,
hann klóraði hann inn at beini.

40.

Bóndin kemur út árla morgun
alt fyri uttan sút,
risin treiv í hansara kvið,
so indrini hingu út.

41.

Bóndin liggur á grønum volli,
mestur er hann deyður,
teir studdu hann inn á borgina,
hann kendi tá ikki til neyð.

42.

Bóndin heilsaði brúður blítt,
tá hann kom heim á kveldi;
tað eru kongar tíggju og tólv,
minni hava makt og veldi.

43.

Bóndin er bæði fegin og blíður,
mildur av gævuleiki,
tað eru kongar tíggju ella tólv,
minni hava ráð og ríki.

44.

Bóndans kona er búgvin við barn,
(ber) skrúður og skarlak reyð:
»eg eri tí rædd av risans ráðum,
hann troyggjar á bóndans deyð.«

45.

Bóndin hevir alt, ið lív kann lysta,
bæði úti og inni,
troyttast man nú tungan min,
eg skemti ei longur á sinni.

Olavur Riddararós.

í.

»Hvört skalt tú ríða, Olavur mín

— Kol og smiður við —
í lofti hongur brynja tín«

— Ungir kallar, kátir kallar!

gangið

upp á gólv, dansið lystulig!

2,

»Eg fari mær á heiði
ta villini hind at veiða.«

3.

»Tú fert ikki at veiða hind,
men tú fert til tína leikalind.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0166.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free