- Project Runeberg -  Lesibók /
151

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Hvít er skjúrtan, væl er hon tvigin,
í blóði verður hon av tær drigin.

Hvít er tín skjúrta, væl er hon

skorin,

í blóði so verður hon aftur borin.«

6.

Olavur snúðist síni móðir frá:
»Gud gevi ikki ganga, sum mær
er spáð.«

7.

Ólavur ríður eftir björgunum

fram,

fann hann uppá eitt álvarann.

8.

Ólavur ríður eftir björgunum fús,
fann hann uppá eitt álvarhús.

9.

Út kom eitt tað álvafljóð,
flættað hár á herðar dró.

1°.

Út kom ein av álvum tá,
flættað hár á herðar lá.

11.

t

»Ver vælkomin, Olavur Riddara-

rós,

tú gakk í dans og kvöð fyri os!«

12.

»Tú tarft ikke flætta títt hár
fyri meg,
eg eri ikki komin at biðja teg.«

13.

»Ert tú ikki komin at biðja meg,
eg havi ikki ætlað at eiga teg.«

14.

xEg kann ikki meira hjá álvum

vera,

í morgin lati eg mítt brúdleyp

gera«.

15.

»Vilt tú ikki longur hjá álvum

vera,

sjúkur skalt tú títt brúdleyp gera.

16.

Hvat heldur vilt tú sjey vetur
liggja sjúk’,
ella vilt tú í morgin liggja lík?

17.

Hvat heldur vilt tú sjey vetur
liggja á strá,
ella vilt tú í morgin til molđar gá ? «

18.

»Tveir eru kostirnir, hvörgin er
mjúkur,

ilt er at liggja leingi sjúkur.

19.

Fyrr vil eg í morgin liggja lík,
enn eg vil liggja sjey vetur sjúk’.

20.

Fyrr vil eg í morgin til moldar gá,
enn eg vil sjey vetur liggja á strá. *

21.

Hon bar fram eitt drykkjukar,
eiturkomið í tí var.

22.

Hon bar fram eitt drykkjusteyp,
eiturkornið í tí fleyt.

23.

Hon skonkti honum í drykkju-

hom,

har fór í tað eiturkorn.

24.

Tann fyrsta drykkin, ið Ólavur

drakk,

hans breiða belti um hann sprakk.

25.

»Hoyr tú Ólavur fríði,
tú kyss meg, áðrenn tú ríður!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0167.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free