- Project Runeberg -  Lesibók /
154

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ta yngru teir tá bóðu,
ta eldru teir forsvóru.

3.

Tann yngra hon er seg so fríð,
rætt sum sól um midsumars tíð.

4.

Tann eldra hon er seg so ljót,
rætt sum ormar skríða á grót.

5.

Tann yngra kann at spinna gull,
tann eldrá er av svövni full.

6.

Tann yngra vevur gull í lað,
tann eldra svevur allan dag.

7.

Tann yngra kann at spinna,
tann eldra ikki at tvinna.

8.

Tann yngra kann at lesa lestur,
tann eldra ikki at seyma kvastur.

9.

Systir talar til systir góð,

»vit skulum okkum í sævarfljóð!«

10.

»Hvat skulum vit í sævarfljóð

gera?

vit hava ei tvinni silki at bera.«

11.

»Tað er so mangur í sævarfljóð,
ið ikki eigir tvinni silki góð.

12.

Vit tváum okkum hvítar,
vit erum tvær systrar líkar.«

13.

»Um tú tváar teg allan dag,
tú verður ei hvítari enn Gud
tær gav.

i

14.

Um tú tváar teg hvíta sum fann,
tú fært ei mín festarmann.«

15.

Tær gingu seg til strandar,
steinur lá fyri landi.

16.

Tann yngra setur seg upp á stein,
tann elđra førdi hana út á streym.

17.

Hon rættir upp sína ljósu hond:
»systir, systir, hjálp á land!«

18.

»Eg hjálpi tær ei á land um sinn,
uttan eg fái biðil tín.«

19.

»Gjarna gevi eg tær alt eg á,
á biðlinum havi eg einki ráð.

20.

Gjarna gevi eg tær bæði
biðil og brúðarklæði.«

21.

»Sökk nú, sökk nú, systir mín!
eg skal hava biðil tín.«

22.

Har kom vindur eystan,
líkið dreiv til neysta.

23.

Har kom vindur og bylgja blá,
líkið mundi til landa slá.

24.

Komu tveir vallarar oman við á,
sóu, hvar ið líkið lá.

25.

Teir tóku hennara ljósa arm,
gjördu sær til harpuskjarm.

26.

Teir tóku hennara gula hár,
gjördu harpustreingir smár.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0170.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free