- Project Runeberg -  Lesibók /
155

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

27.

Teir gingu seg í tann bý,
sum teir vitstu, brúdleyp var í.

28.

Teir gingu seg í tann garð,
sum teir vitstu, brúdleyp var.

29.

Teir settu seg á ytstu gátt:

> viljið tær hoyra harpuslátt?«

30.

Mælti tað strongurin fyrsti:
sbrúðurin var mín systir.«

31.

Mælti tað strongurin annar:
»brúðurin var mín bani.«

32.

Mælti tað strongurin triði:
íbrúðgummin var mín biðil.«

33.

Mælti tað strongurin fjórði:
»brúðurin mær forgjördi.«

34.

Svaraði brúður reyð sum blóð:
»harpan ger os mikið óljóð.«

35.

Svaraði brúður, á beinki sat:
»harpan ger os mikið óglað.«

36.

»Hevði eg vitað tað líkaði tær

illa,

ei skylđi eg mína harpu stilla.«

37.

Teir slógu sína harpu av armi,
brúðurin sprakk av harmi.

38.

Teir slógu sína harpu av mangi,
blóð fleyt brúður í fangið.

39.

Teir slógu sína harpu av móði,
brúðurin fleyt í blóði.

Mariu vísa.

í.

Jesus kom at eini á,
har sat Maria við bekk at tvá.
— Nú veri Jesus vár skjöldur í
hvöijum vanda!

2.

»Hoyr tað, Maria, eg tali til tín:
gev mær drekka av kerum tínum!«

3.

»Míni ker eru ikki rein,
vilt tú drekka av mínum lógvum
tveim?«

4.

»Vart tú so rein sum Maria,
móðir mín,
tá skuldi eg drukkið av tínum
lógvum fveim.«

5.

Hon svór tað av munni,
hon var so skir ein nunna.

6.

Hon svór tað á saltara bók,
hon ikki mann í loyndum tók.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0171.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free