- Project Runeberg -  Lesibók /
156

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

7.

» Svör ikki, svör ikki, syndugt vív,
trý ganga börn á jarðaríki.

8.

Tað fyrsta við tín faðir,
tað annað við tínum bróðir.

9.

Tað triðja við tínum sóknarprest,
og tað var syndin allarstørst.«

10.

Maria fell á síni knæ,

»sjálvur Jesus, skrifta mær!«

11.

»So skal eg tær skrifta,
tað skal verða tín gifta.

12.

Tú skalt úti ganga
níggju vetur langa.

13.

Troða frost og kaldan snjó
berfott og í ongum skóm.

14.

Berfott við eitt hövuðlín,
so skalt tú bota fyri syndir tínar.«

15.

Maria tók at ganga,
níggju vetur langa.

16.

Tróð hon frost og kalda fonn
berfott og í ongum skóm.

17.

Berfott við eitt hövuðlín,
so botti Maria fyri syndir sínar.

18.

Níggju vetur umliðið var,
aftur kom Jesus í sama stað.

19.

»Hoyr tað, Maria, eg tali til tín,
hvussu líkar tær skriftan mín?«

20.

»So líkar mær skriftan tín,
sum drakk eg hvönn dag klára

vín.«

21.

»Tað skalt tú hava fyri tolinmoði

tína,

tæna Mariu móðir míni.

22.

Tæna Mariu móðir míni,
sjey ferðir klárari enn sólin
skínur.«

Sankti Niklas.

í.

Tveir fóru klerkar suður um land
at bota synd og sálagrand.

— Hjálpi mær Gud og ríki harrin
sankt Niklas!

2.

Gistu teir hjá bónda á eini nátt,
hann lætt teir av lívi taka skjótt
og brátt.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0172.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free