- Project Runeberg -  Lesibók /
159

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Silvurlín.

1.

Börnini gráta á foldum,

tað hoyrdi móðir undir moldum.

2,

Á foldini gráta börnini smá,
tað hoyrdi móðir, undir moldini lá.

3.

So sára græt tann yngsti svein,
at tað hoyrdi móðir í annan heim.

4.

Silvurlín gongur fyri Mariu blíðu!
»lova mær at vitja börnini míni!«

5.

»Hvussu skalt tú tey funnið fá?
tín hond er fölin, tín fót er sár.

6.

Tak tú mínar glógvar
á tínar sáru lógvar.

7.

Og tak tú mín hin búgvin skó
og drag upp á tín sára fót.

8.

Lovi eg tær at ganga heim,
tú vinn ikki livandi manni mein!

9.

Lovi eg tær at ganga,
tú ger ikki leiðina langa.

10.

Verður tú ikki aftur, fyrr enn
hösnini gala,
seint kemur tú í himiríkis salir!«

11.

Silvurlín tók at ganga
myrka leið og langa.

12.

Silvurlín vindur fingur í ring:
»statt upp, Elin, lat meg inn!«

13.

Elin tók at ræðast,

hon hoyrdi tann deyða mæla:

14.

»Tú tarft ikki, Elin, ræðast fyri

mær,

einki ger hesin deyði tær.«

15.

Silvurlín inn um dyrnar trein,
og tekur hon upp tann fagra

svein:

16.

»Eg legði eftir mær öl og breyð,
míni börn tey líða hungur og neyð.

17.

Eg legði eftir mær høgindi blá,
eg meinti, míni börn skyldu
hvílt hará.

18.

Eg legði eftir mær stór voxljús,
men rníni börn liggja í myrkum

húsi.

19.

Eg legði eftir mær altarabók,
eg meinti, míni börn skyldu
verða klók.

20.

Eg legði eftir mær akur og ong
og hartil dugandi ungan drong.

21.

Elin, verður tú ikki góð við
börnini míni,
eg komi skjótt aftur at vitja tín.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0175.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free