- Project Runeberg -  Lesibók /
160

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Fyrr havi eg verið teim
stjúk-móðir stríð,
nú skal eg vera teim móðir blíð.

23.

Fyrr havi egverateim móðir kald,
nú skal eg vera teim móðir bald.«

24.

»Nú líður at tí, at hösnini gala,
eg fái ikki longur við teg talað.

25.

Verði eg ikki aftur, fyrr enn

hösnini gala,
seint komi eg í himiríkis salir.«

Silvurlín slóg sína hurð í gátt:
»far væl, Elin, hav góða nátt!«

27.

Vaknaði bóndin, í beinki lá:
»hví munu míni börn á gólvinum

28.

gá?«

»Tí munu tíni börn á gólvinum

gá,

her var Silvurlín at vitja vár.«

29.

Bóndin fekk so tunga trá,
hann sprakk av harmi, sum

hann lá.

Torkils døtur.

1.

Torkil eigir sær døtur tvær,

— at dansa —

leingi á momi svóvu tær.

— har vil eg á gólvið fram at

dansa,

tó at tú vilt mær lív í vanda,
væl er mær ansað.

2.

Tær svóvu sær so leingi,
til sól skein á teirra seingir.

3.

Tær sova sær so leingi á đag,
til sól skín á teirra seingjarstað.

4.

Torkil gongur til búðar,
vekir upp døtur prúðar.

5.

• Statt upp, Katrin dóttir mín,
kirkjumaður bíðar tín!«

6.

»Vil hann ikki bíða,
bið hann undan ríða!«

7. _

Katrin setist á seingir,
klæðist væl og leingi.

8.

Hon fór í ein silkiserk,
níggju moyggja handaverk.

9.

Uttan yvir í möttulin blá,
gull eftir hvörjum seymi lá.

10.

Katrin setist á songarstokk,
so fór hon í ein skarlakssokk.

11.

Skarlakssokk við búgvin skó,
hvítar hendur í vatni tvó.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0176.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free