- Project Runeberg -  Lesibók /
161

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Hon tók til sín góða gullkamb,
kembur sítt hár við silkiband.

13.

Kembur sítt hár við silki smá,
gullkrúnu setir hon omaná.

14.

Katrin gongur í rossahús,
loysir hon tann gangara út.

15.

Hon loysir út ein, hon loysir út

tvá,

tann besta legði hon saðil á.

16.

Har var eingin knektur hjá,
sjálv legði Katrin hoygslið á.

17.

Har var eingin knektur í lund,
sjálv legði Katrin boygsl í munn.

18.

Katrin reið eftir götuni fram,
tað glumdi sum hennar gangari

rann.

19.

Tá ið hon kom har suður í líð,
møttu henni vallarar trír.

20.

Tá hon kom har skamt ífrá,
møttu henni vallarar tvá.

21.

Tá hon kom har mitt á leið,
møtti henni vallari ein.

22.

»Hoyr tú, Katrin, eg tali til tín,
vilt tú vera mítt kvöldarvív?

23.

Hvat vilt tú láta títt unga lív,
heldur enn vera mitt kvöldarvív ? «

24.

»Fyrr vil láta mítt unga lív,
heldur enn vera títt kvöldarvív.«

25.

Vallarin sínum svörði brá,
hann hjó Katrinu í luti Ivá.

26.

Har sum hennara blóðið dreiv,
tendraðist Ijós á hvöijari leið.

27.

Har sum hennara hövdið lá,
sprakk ein kelda við heiluvág.

28.

Har sum hennara bulurin lá,
reistist ein kirkja við krossi á.

29.

Vallarin heim í garðin fór,
úti Torkil fyri honum stóð.

30.

»Hoyr tað, vallarin, eg tali til

tín,

sá tú ikki Katrin dóttir mína?«

31.

»Jú, fullvæl eg hana sá:
í Mariu kirkju var hon ígjár.

32.

Torkil, Torkil, læna mær hús,
eg eri mær so sára sjúkurU

33.

»Húsini eru til reiði,
um vallarar vóru fleiri.«

34.

»Asa lítla, tendra Ijós,
vallarin er til seingjar fús!«

35.

Ása gongur til seingjar,
reiðir undir sjúkum dreingi.

36.

»Ása lítla, sov hjá mær,
silkiserkin gevi eg tær!«

37.

»Lat meg fyrst tann serkin sjá,
síðan skal eg tær sova bjá.«

11

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0177.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free