- Project Runeberg -  Lesibók /
162

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

38.

Tá ið hon tann serkin sá,
systir merki kendi hon á.

39.

»Asa lítla, sov hjá mær!
möttulin bláa gevi eg tær.«

40.

»Lat meg fyrst tann möttulin sjá,
síðan skal eg tær sova hjá.«

41.

Tá ið hon tann möttulin sá,
systir merki kendi hon á.

42.

»Ása lítla, sov hjá mær!
eina gullkrúnu gevi eg tær.«

43.

»Lat meg fyrst tá gullkrúnu sjá,
síðan skal eg tær sova hjá.«

44.

Tá ið hon tá gullkrúnuna sá,
systir merki kendi hon á.

45.

Ása smeldi hurð í gátt:
»vallari, hav nú góða nátt!«

46.

Asa gongur fyri faðir sín:
»vallarin hevirdripið dóttir tína.«

47.

»Hvör torir mær tey boð at

bera?

ella hvör tordi tann gerning at

48.

gera ?«

»Eg tori tær tey boð at bera,
vallarin tordi tann gerning gera.«

49.

Torkil heitir á sveina tvá:
»gangið á skóg og kyndið bál!

50.

Gangið á skógv og kyndið bál!
har skal vallarin brenna á.«

51.

Tað var um eina morguntíð,
vallarin brann í grønari líð.

52.

Tað var um eina morgunstund,
vallarin brann á grønari lund.

Oluvu kvæði.

í.

Góða skemtum gera skal,
hvar eg gangi í dans:
kvøðj um kong Pipping
og Oluvu dóttir hans.

Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó!

Gud man ráða, hvar vær

drekkum

onnur jól.

2

Pipping kongur av Fraklandi,
Gertrúð heitir hans frúgv,
væn er Óluva dóttir teirra,
hyggin og so trúgv.

3.

Karlamagnus Pippingsson
bróðir er hann at fljóði,
væl eru tey av ættum komin,
Jóhannis hin góði.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0178.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free