- Project Runeberg -  Lesibók /
163

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

4.

Hugin situr í hásæti
talar við sínar dreingir:
hvar viti tær rnín javnlíka,
tað havi eg hugsað leingi?

5.

Allir drýptu hövdi niður,
eingin tordi tala,
uttan ein av sveinunum,
hann tók tá til at mæla.

6.

Uttan ein av sveinunum,
hann tekur til orða svá:
best mantú vita við sjálvum tær,
hvört tín stenđur hugur á.

7.

Best mantú vita við sjálvum tær,
hvört tín stendur hugur á,
hoyrt havi eg gitið Pipping kong,
ið væna dóttir á.

8.

Pipping kongur dóttir á,
fögur er hon í brúnum,
flættað hár á herðar er lagt
við silkibondum snúnum.

9.

Pipping kongur dóttir á,
björt er hon sum sól,
so er at líta á moyarkinn,
sum droyri liggur á snjó.

10.

Er hon so væn og tekkilig,
sum tær sigið frá,
hagar streingi eg heiti mítt —
hana skal eg fá.

11.

Hagar streingi eg heiti mítt,
Frakland fari eg til,
biðja dóttir Pipping kongs,
tað standist hvat av, ið vil.

Letur hann so Hugin kongur
síni skipini búgva,
allar letur hann streingirnar
av reyðargulli snúgva.

13.

Letur hann so Hugin kongur
búgva skipini sín,
bæði laðar hann í tey
virtur og so vín.

14.

Brýndir vóru brandar,
borðini vóru blá,
toppurin var av reyðargulli,
sum sól skein fagurt á.

15.

Vindur nú upp síni silkisegl,
gulli vovin við rand,
strykar ei á bunka niður
fyrr enn við Pippings land.

16.

Kongur siglur til Fraklands burt,
bønarorð at biðja,
tá fall öllum fólkum væl,
sum sögur munnu siga.

17.

Lítil drongur í líðini situr,
goymir at smalu og geit,
hann sær skip eftir havi koma,
havnir vil tað leita.

18.

Allar rekur hann geitumar
saman á grønan völl,
síðan axlar hann kápu blá,
hann gongur í kongins höll.

19.

Síðan axlar hann kápu blá,
hann gongur í kongins höll:
eg eri mær í einum luti
vísari enn tær eruð öll.

11*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0179.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free