- Project Runeberg -  Lesibók /
164

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

20.

Eg eri mær í einum luti
vísari enn tær emð öll,
eg sá skip eftir havi koma,
ið segl hava hvít sum lín.

21.

Særtú skip eftir havi koma,
ið segl hava hvít sum lín,
vera man einhvör hövdingi
at biðja dóttir mína.

22.

Hegar ið teirra snekkjur
kendu fagurt lanđ,
lata teir síni akker falla
á so hvítan sand.

23.

Lata teir síni akker falla
á so hvítan sad,
fyrstur steig Hugin kongurin
sínum fótum á land.

24.

Fyrstur steig Hugin kongurin
sínum fótum á land,
tólv brynjaðir av hans monnum
undir hans hvötju hand.

25.

Hugin gekk frá strondum niðan
væl í skrúðum klædđur,
reyðargullhjálm á hövdi bar,
hann var fyri ongum ræddur.

26.

Uppi í miðjum grasgarði
axlar hann síni skinn,
og so búgvin gongur hann
f högar hallir inn.

27.

Og sa búgvin gongur hann
í högar hallir inn,
sum Pippingur við borði sat
við monnum hundrað fim.

28.

Hugin gekk í hallina inn,
í forðum var sá siður,
hevir nú alt í einum orði:
heilsar og hann biður.

29.

Hugin stendur á hallargólvi,
ber fram kvøðu sína:
sit væl reystur Pipping kongur,
tú gev mær dóttir tína.

30.

Leingi sat hann Pippingur,
hugsaði um tey ráð,
hvussu hann skuldi Hugin kongi
eitt gagnligt andsvar fá.

31.

Tí svaraði Pipping kongur:
ikki skal slíkum spara,
leið mína dóttir í hallina inn,
sjálv fyri seg at svara.

32.

Frúgvin var bæði studd og leidd,
hon in í hallina gekk;

Hugin situr í hásæti,
hann ymsar litir fekk.

33.

Tekkilig var Óluva
í öllum vörildar tokka,
hárið var sum spunnið gull,
tað lagaðist alt í lokka.

34.

Ver vælkomin, min sæla dóttir,
biðlinum her at svara,
síðan kantú kjósa tær,
um tú vilt kappan hava.

35.’

Svaraði frúgvin Óluva
f fyrsta orðið tá:
hug bar eg at Hugin kongi,
áður enn eg hann sá.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0180.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free