- Project Runeberg -  Lesibók /
165

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

36.

Öllum fell tað væl í lag
faðir hennar og móðir,
og so frúnnar fosturfaðir,
Engilbret hin góði.

37.

Tá íð frúgvin Óluva
rætti hond yvir borð,
lystuligt var á at lýða
teirra fastnaðarorð.

38.

Tað var reysti Hugin kongur,
fell á síni knæ,

7 r

meðan hann frúnna Oluvu
til konu festi sær.

39.

Drukkið varð teirra brúdleypið,
hirðin var so fegin,
sum fuglurin, á viði situr,
verður á ljósum degi.

4°.

Hugin festi Óluvu,
førdi hana heim,
hörpur og so pípur
leikaðu fyri teim.

41.

Silki og so perlur
var eftir veginum breitt,
so var frúgvin Óluva
niður til strandar leidd.

42.

Tóku teir frúnna Óluvu
lyftu yvir stavn,
fram gingu riddarar og sveinar,
teir góvu henni drottningamavn.

43.

Millum báða stavnana
har brá ein fagur litur,
sum hon frúgvin Óluva
í lyftingini situr.

44.

Millum báða stavnana

ein fagur litur brá,

hvar hin reysti Hugin kongur

frúnni situr hjá.

45.

Vindur nú upp síni silkisegl,
honum byrur vax,
siglur so til sjálvs síns lands
í tölum dagar sex.

46.

Fyrstur steig hann Hugin kongur
sínum fótum á land,

r 1

og hon frúgvin Oluva
undir hans högru hand.

47.

Lyftir hann frúnna Óluvu
upp á land við sær:

Gud og milda Maria moy
veri nú við tær!

48.

Tá var hin illi Mýlint
riðin oman á strond,
heilsaði hann drottningini
og tók í hennara hond.

49.

Tekkilig var Óluva
bæði til fót og hond,

Mýlint hugaðist drottningina,
táið hon steig á land.

50.

Tey vóru ikki leingi saman,
til tess tey gótu svein,
á góðum stundum gitin var
og so var hann borin í heim.

51.

Hann var lagdur í klæði væl,
gott er at taka til evna.
so var hann til kirkju borin,
Landrus bað hon nevna.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0181.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free