- Project Runeberg -  Lesibók /
166

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

52.

Borin var hann frá kirkju heim,
lagđur móðir íhjá,
meira legði hon røkt á hann
enn alt tað gull, hon á.

53.

Hugin situr í hásæti
við reyðum kinnum og bleikum:
hvör skal goyma drottning mína,
meðan eg fremji leik?

54.

Tí svaraði frúgvin Óluva,
konginum var so kær,
Engilbret, meg higar førdi,
hann skal vera hjá mær.

55.

Eg velji út av mínum monnum
Mýlint riddaran snjalla,
han skal goyma drottning
og so mínar gripir allar.

56.

Velur tú út av tínum monnum
Mýlint riddaran ríka,
kenni eg hann av verkunum,
fyrstur man hann teg svíkja.

57.

Hugin fór á skogvin burt,
vildi fremja leik;
eftir situr Óluva,
hon er á kinnum bleik.

58.

óluva situr í kirkjuni,
lesur úr síni bók;
har kom Mýlint gangandi,
og hendur um frúnna tók.

59.

Hoyr tað Mýlint ríki,
ið ætlar at gera illa,
tú vilt svíkja kongin —
slíkt man dømin spilla.

Eg skal geva tær meira gull,
hann tekur til orða at byija,
enn hann gav tær Hugin kongur,
táið hann fór at gilja.

61.

Hoyr tað frúgvin Óluva,
viltú játtast mær,
tólv merkur í reyðargulli
vil eg geva tær.

62.

Hav tú sjálvur títt reydargull,
eg tiggi ei gávur av tær,
nógv man eg fyri eygum sjá,
sum gud hevur unnað mær.

63.

Tá íð Mýlint hetta sá,
hann kundi ei drottning vinna,
brátt hann snúist henni frá
á tí sama sinni.

64.

Mýlint gongur í kjallara,
blandar mjöð og vín,
og so mikið óminni
lat hann har útí.

65.

Og so mikið óminni
letur hann har útí,

r ’

ber nú inn fyri Oluvu,
biður hana drekka til sín.

66.

Óluva tekur við kerinum,
gjördi fyri seg kross:

Gud og milda Maria moy
veri nú við os!

67.

Tá íð hon hevði drukkið,
hon greiddi aftur ker,
minntist ei á Hugin kong
og rkki hvar hann er.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0182.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free