- Project Runeberg -  Lesibók /
167

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

68.

Tað var hinn illi Mýlint,
illfúsur hann vinnur,
stedgar ikki síni ferð,
fyrr enn hann Blámann finnur.

69.

Gakk tú tær til hallar heim,
kjós tær fagurt fljóð,
frúgvin man ikki undan sigast,
hon öllum er javngóð.

70.

Líkari var mær føðslan góð,
matur og hartil drekka,
ongar eru höviskar kvinnur,
sum tykja í mær tokka.

71.

Líkari var mær føðslan góð.
matur og hartil klæði,
munnu flestallar höviskar kvinnur
meg bæði spotta og háða.

72.

Mýlint gav honum óminnisdrykk,
sum sögur ganga ífrá,
nektaði hann úr öllum klæðum,
bar til seingjar svá.

73.

Neyðugan tók hann Blámannin,
frú Óluvu legði hjá,
tað var ei so undarligt,
at brúður í liti brá.

74.

Bláar leggur hann armanar
yvir drottningar háls,
hann var blfður og bjartur,
men fátt var henni til máls.

75.

Bláar leggur hann varranar
niður á đrottningar munn,
henni var blíður og bjartur ímót,
ganga nú svikini kunn.

76.

Stedgaðist Mýlint teimun hjá
eina so skamma stund,
síðan snúist haðan frá
á Hugin kongins fund.

77.

Hugin kemur av skógvi heim,
sær tey merki stór:
hvör hevur her til hallar verið,
síðan eg heiman fór?

78.

Hugin talar við Mýlint ríka,
eg geri tað ei at loyna:
hvar er Óluva drottning mín,
ið eg fekk tær at goyma?

79.

Tær stígið yvir breiða borð,
veldigi harri her,
síðan skal eg siga frá,
hvar Óluva drottning er.

80.

Leiđđur var hann í húsið inn,

t

sum Oluva fyri lá,
konginum varð so illa við,
táið hann hetta sá.

81.

Hugin stendur á hallargólvi,
sortnar rætt sum mold:
illa hevur tú Óluva nú
spilt títt ljósa hold.

82.

Mýlint tók tann Blámannin,
hann legði fyri gátt:
her mantú tann lagsmannin sjá,
ið hon hevur haft í nátt.

83.

Mýlint treiv sítt góða svörð,
hjó hann í luti tvá,
hvar hans reyða blóð tá rann,
har tendraðust ljósini á.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0183.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free