- Project Runeberg -  Lesibók /
168

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

84.

Hoyr tað tú Mýlint ríki,
hetta er mikil villa,
tú hevur dripið hann sakleysan
og tað gjördi tú illa.

85.

Tegi, tegi, veldigi harri,
tali tær ikki slíkt,
hetta eru frúnnar illgerningar,
tykir os vera líkt.

86.

Tað var Hugin kongurin,
tekur til orða so:
heim skal bjóða Pipping kongi,
senda eftir honum boð.

87.

Tað var hann tá Engilbret,
ið tey boðini bar
haðan og til landana,
sum Pippingur staddur var.

88.

Hoyr tú tað nú Engilbret,
tú sig mær satt ífrá:
hvussu livir Óluva dóttir mín,
ið Hugin kongi er hjá?

89.

Eg kann ikki sannari
siga tær nú til,

hon er funnin hjá öðrum manni,
kongur teg finna vil.

90.

Kongur kemur at landinum
(broytir í bragdar tátti)
spyr eftir Oluvu síni dóttir:
munnum vit finnast aftur?

91.

Mýlint gongur ( kjallara,
blandar mjöð í ker,
stígur so inn fyri Pipping kong
og svik til hans tá ber.

92.

Mýlint gav honum óminnisdrykk,
hann skuldi einki minnast,
ei til Óluvu sína dóttir,
einki henni unna.

93.

Inn kom frúgvin Óluva,
hon fell sínum faðir til fóta,
rak hann hana reiður’burt,
hon sá sær lítið til bóta.

94.

Hann tók hövdið av Blámanni,
Óluvu kastar fyri knæ:
tak tú hetta lagsmanns hövur,
tú elska tað nátt og dag.

95.

Óllum var nú harrunum
svikini til mongdar,
uttan hinum trúgva Engilbret,
sum frúnni fylgdi til landa.

96.

Eg skal verja drottningina,
berjast skaltú við meg,
eg í berari skjúrtuni,

Mýlint! herklæð teg!

97.

Riðu teir tá dystin saman
av so tungari treyt,

Engilbret hevði Mýlint ríka
so langt av saðli á breyt.

98.

Tað er mín fyrsta undanførsla:
flytið meg út á hav!
eri eg sek í hesum verki,
sökki eg niður í kav.

99.

r

Oluvu førdu á havið út,
so er greint fyri mær,
tá íð teir komu til landana,
var Óluva fyri har.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0184.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free