- Project Runeberg -  Lesibók /
169

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

100.

Tað var illi Mýlint,
ið nú mundi mæla svá:
hetta eru frúnnar illgerningar,
sum her vær munnum sjá.

101.

Tað er mín onnur undanførsla
í logandi bál at renna;
eri eg sek í hesum máli,
tá man mítt likam brenna.

102.

Óluvu settu á bálið út,

(mangt varð henni at meini),
beit ikki eldur á hennara holdi,
heldur enn knívur á hörðum steini.

103.

Ikki vildi kongurin
taka tá frúgv av lívi,
tí hann hevði á nökrum stundum
unnað tí væna vívi.

104.

Óluva gekk at vögguni
at mynnast við sonin sín:
liv nú heilur og happadijúgvur,
gloym ikki móðir tína!

105.

Fram kom illi Mýlint,
ið báðum vildi mein,
spendi örv á stinnan strong,
tað brast í brúnabein.

106.

Mýlint fór fyri kongin inn,
frúnni at vekja harm:
ei er hon í einum vond,
nú vil hon drepa sítt bam.

107.

Ikki verði tær, Mýlint ríki,
eydna av tínari giftu;
hann, ið alla vörild skapti,
skal millum okkara skifta.

108.

Tað er mín triðja undanførsla,
um tær viljið hana tiggja:
setið meg í oyðumörk,
hvar ormar og ódjór liggja.

109.

Fluttu teir drottning í oyðumörk
mitt í orma tal,
allir lögdust teir niður hjá henni,
alt gekk henni væl.

110.

Tóku teir frúnna Óluvu,
førdu í ormaborg;
heima liggur kongurin,
sjúkur í sínari sorg.

111.

Henni kom føði av himni niður,
legðist frúnni hjá,
meðan kongur í borgum liggur
treygur av tungari trá.

112.

Settu teir frúnna í oyðumörk
í tá ormapínu;
men Mýlint býður konginum
Galionnu, dóttir sína.

113.

Eg man ongari jomfrú lova
at leggja á mín arm
eftir Óluvu drottning míni,
tí hon vekir mær harm.

114.

Hoyr mín velđigi harri,
lat ikki á hana minnast,
tak nú við Galionnu,
ástir við hana at binda.

115.

Mundi tá reysti Hugin kongur
falla á síni knæ,
táið hann Galionnu, Mýlints dóttir,
til konu festi sær.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0185.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free