- Project Runeberg -  Lesibók /
170

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

116.

Tey vóru ikki leingi saman,
til tess tey gótu svein;
hann var á illum stundum gitin,
og so var hann borin í heim.

117.

Sveipar hon hann í klæði væl,
gott er at taka til evna,
síðan lat hon presti bera,
Málandrus bað hon nevna.

118.

Aður hann gat á gólvi gingið,
tá beit hann mann í føtur,
Mýlint og hon Galianna
bjóða fyri hann bøtur.

119.

Upp har vuxu sveinarnir
báðir á eini grund;
so var munur teirra millum
sum kristin maður og hundur.

120.

Teir vuxu upp í ríkinum
báðir í eini höll;
tað var sonur Óluvu,
ið hirðin unti öll.

121.

Báðir riðu sveinarnir
eftir leikvöllum fram,
reystur var sonur Óluvu,
í hvötjum leiki vann.

122.

Málandrus hevði upp sína hond,
gav honum högg á tenn,
blóðið fleyt í barmin niður,
sógu tað mangir menn.

123.

Landrus slóg tá afturímót,
tað brast hans brúnabein,
kendi sær illi Málandrus
so bráðliga fáa mein.

124.

Mýlint gongur fyri kongin inn:
hvör skal hetta mál veija,
at tú letur tín horkonuson
títt einkabarn so berja?

125.

Mýlint gongur fyri kongin inn,
sveininum vildi sút;

Hugin letur Landrus unga
við lurkum lemja út.

126.

Landrus fór tá uttan hallar,
til tess hevði hann frætt,
hvar hin sæla kona býr,
við móður hans var í ætt.

127.

Á tí sama kvöldinum
gisti hann Sivju heima,
minntust tey á móðir hans,
sorgir vuxu hjá teimun.

128.

Hon gav honum gullbúín klæði.
drongur er hann fríður,
heilur og sælur, Landrus mín,
á hvönn vegin tú ríður!

129.

Tað var reysti Landrus,
ræð sær út at ríða,
sviku teir av honum klæðini
innan grøna líða.

130.

Snarliga tá snúist hann
aftur á Sivju fund,
úti stóð og fagnaði honum
hit ynniliga sprund.

131.

Tað var Sivja fostra hans,
tekur so hátt at læga:

Galianna er tín sjúkmóðir,
enn vil hon teg æga.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0186.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free