- Project Runeberg -  Lesibók /
171

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

132.

Skar hon aftur gullbúin klæði,
gav honum horsið fríða:
ver væl um teg, Landrus mín,
hvönn veg tú manst ríða.

133.

Tað var um ein annan dag,
hann ætlar sína frændir vitja:
tá íð hann kom á skógvin fram,
hann sá tvá pílgríma sitja.

134.

Teir buðu honum stíga
inn fyri breiða borð,
eta og drekka gott við sær,
tí hann var so vælborin.

135.

Ikki visti Landrus av,
fyrr enn horvið var av breyt
matur og drekka og klæði góð,
alt tá honum treyt.

136.

Nakin ríður Landrus ungi
aftur á Sivju fund,
úti stendur og fagnar honum
hit ynniliga sprund.

137.

Hevði hon upp sína høgru honđ,
hann á kjálka slær:
tak tú ikki mannminkan
av minni manni tær.

138.

Gav hon honum gullbúin klæði
horsið tað hit sterka:
møtir tú tíni sjúkmóðir,
tú vinn henni ábótaverk.

139.

Landrus reið har uttan halla,
var honum einki at meini;
hoyrdi hann har dvörgar fvá
mæla inni í steini.

140.

Hesin er sonur Óluvu,
ið teir vildu svölt,
fyrra drottning Hugin kongs —
mín bróðir, tala ikki hvölt.

141.

Óluva er í oyðumörk
væl í fimtan vetur,
henni kemur føði av himni niður,
tað hevur at týða betur.

142.

Teir hava sær ein lítlan dúk
upp á seg at binda,
har er hvörs manns gøðska í,
kann allar sútir rinđa.

143.

Svaraði eldri dvörgurin,
talar við sín bróðir:
fá tú honum henda dúk
at føra síni móðir.

144.

Undirstóð hann dvörga mál,
áður hann haðan gekk,
brand hann hevði heim við sær,
ið góðan sigur fekk.

145.

Landrus reið tá haðani burt,
er so greint fyri mær,
aldrig hoyrði hann fagrari song,
enn tá fyri oyrum bar.

146.

Landrus var komin fyri heygin

tann,

ið hans lá móðir í dvali,
har sang ein so heilagur fuglur
betur enn náttargali.

147.

Landrus legði örv á strong,
hann býr seg til at skjóta,
fuglinum sær fyri brósti liggja
mangar ormar ljótar.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0187.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free