- Project Runeberg -  Lesibók /
172

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

148.

Hoyr tú tað hin ungi maður,
hvussu skal eg teg nevna,
fyri hvat vilt tú deyða meg,
hvat havi eg gjört til hevndar?

149.

Landrus skalt tú nevna meg,
Hugin konungs son,
tað var mær til móðir sagt,
at Oluva hæt hon.

150.

Av gudi verði tú gövgaður,
Landrus sonur mín,
hvat hevur hann til ráða tikið,
Hugin faðir tín?

151.

Hann hevur fest sær aðra drott-

ning,

Galianna hon heitir,

Mýlint ríki er faðir hennar,
so mongum ilt hann veitir.

152.

Att hava tey ein ungan son,
Málandrus skulum vit nevna,
hann hevur eir úr móðir kyni,
borin til ilt at evna.

153.

Livir hon Sivja, fostra mín,
ið býr fyri handan á,
tú bið hana senda mær klæði góð,
hevur hon til tess ráð.

154.

Bráðliga fór tá Landrus ungi
aftur á Sivju funđ,
úti stóð og fagnaði honum
hit ynniliga sprund.

155.

Eg var mær í skógvi í dag,
har mína móðir eg sá,
hon bað teg senda sær klæði góð,
um tú hevur til tess ráð.

156.

Sivju varð so illa við,
hon tekur so sárt at gráta:
tín móðir mátti á skemri stund
sítt unga lívið láta.

157.

Gud fyrigevi tær fostra mín,
tú grunar ei guds mátt,
eg havi við mína móðir mælt,
og tað skal frættast brátt.

158.

Sivja skar tá klæði góð,
gav honum horsið sterka;
finnur tú tína sjúkmóðir,
tú løna henni ábótaverk.

159.

Burtur reið tá Landrus ungi
bæði við gleði og gleim,
førdi hann sína sælu móðir
aftur til Sivju heim.

160.

Tað var um ein halgan dag,
hann ætlar til kirkju rfða,
visti ikki, fyrr enn hann var
í sterkum streymi og stríðum.

161.

Visti ikki, fyrr enn hann var
í sterkum streymi og stríðum,
rossið bar hann aftur til lands
á fagrar flötur og fríðar.

162.

Skapar hon seg í drekalíki,
eitur vildi sprana,
horsið henni leyp á bak,
Galionnu tað varð at bana.

163.

Tað var um ein halgan dag,
dreingir drekka jól,
drottning fell úr hásæti
deyð á hallargólv.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0188.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free