- Project Runeberg -  Lesibók /
173

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

164.

Landrus tók sína sælu móðir,
setti hana á sín hest,
riðu tey tá til hallar heim,
sum tey máttu best.

165.

Tað var frúgvin Óluva,
hon gekk í hallina inn,
allar tær, ið inni vóru,
bliknaðu tá um kinn.

166.

Landrus gekk í hallina inn,
faðir síns skegg hann rystir,
allir teir, ið inni vóru,
sótu tá alvæl tvistir.

167.

Landrus stendur á hallargólvi,
Mýlint at honum neig:
sig mær skjótt og skundiliga,
hví tú mína móðir sveik?

168.

Miskunn, miskunn, Landrus ungi,
vænti eg tó av tær,
tí at eg havi Hugin kongi
so leingi verið kærur.

169.

Tað skal eingin av mínum

monnum

vinna honum mein,

fyrr enn hann sigir á öllum lutum,

hvussu hann drottning sveik.

170.

Hoyr tað Landrus, kappin reysti,
eg geri tað ei at loyna:
beyð eg henni gull og fæ,
so vildi eg fljóðið royna.

171.

Einki vildi hon játta mær,
men vekja mær stóran harm,
tí tók eg sakleysa Blámannin,
og legði í hennara arm.

172.

Ræddur var nú Mýlint ríki,
fell Óluvu til fóta,
rak hon hann av reiði burt,
hon bað ikki sálina njóta.

173.

Hesir somu Ijótu ormar,
sum Óluvu vóru skjól,
hagar førdu teir Mýlint ríka,
so sorgarfull vóru hans jól.

174.

Settu teir Mýlint í ormagröv,
tað vóru eingi undur,
áður hann kom har hálvur inn,
teir rivu hann kykan sundur.

175.

Hugin situr í hásæti,
ymsar litir fekk,
tá íð hann sá hit væna vív,
eftir hallargólvi gekk.

176.

Kongur býður drottning síni
á armi hjá sær at liggja,
tökk havi frúgvin Óluva,
hon vildi tey boð ei tiggja!

177.

Hon gav seg í kloystur inn
av so góðari trú,
aldrig á síni ævini
tað livir hon betur enn nú.

178.

Tað var frúgvin Óluva,
gav seg í nunnukloystur;
Landrus heitir hennar sonur,
ið bæði var ríkur og reystur.
Stígum fast á várt gólv,
sparum ei vár skó;

Gud man ráða, hvar vær

drekkum

onnur jól.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0189.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free