- Project Runeberg -  Lesibók /
175

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

14.

Aftur kom vondi Gýðin jall
á ein heilan dag,
tað kom mongum illa við,
um Róland hann fekk skaða.

15.

» Hoyr tú, keisarin Karlamagnus,
tað tali eg til tín:
nú kemur reysti Angelund kongur
at hevna faðir sín!

16.

Hoyr tað, keisarin Karlamagnus,
eg beri tær boð til handa;
undir fjalli Aspermund,
har skal stríðið standa.«

17.

»Nú skal lata brúnna gera
yvir ánna Rín,
skula so allir tólv javningar
royna roysni sín.

18.

Nú skal lata brdnna gera
yvir ánna í dal,
skula so allir tólv javningar
ríða í Runsival.«

19.

Tað var vondi Angelund kongur,
brynjar út fyrsta her,
ríða so í Runsival,
vita, hvussu fer.

20.

Snarliga búgva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jörðin tókti bresta.

21.

Koma nú allir dalar fullir,
fjöllini eru avtakin,
síggja so mangar hövdingar
ríða sær á baki.

22.

Tí svaraði Ansias,
risti fyri sær kross:

»Eg sær so mangar heidningar
ríða móti oss «

23.

Tí svaraði Ólavur ja.ll,
tá hann sá heiðin her:

»Róland, blás nú í tín lúður,
vita, hvussu fer!«

24.

»Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snildarbragdi,
at eg ræðist heidningar
at stríðast mót oss í dag!

25.

Gud lati ei tað frættast heim,
eg standi í snilđarmeingi,
vit skula högga títt um stund
og standa so væl og leingi!*

26.

Róland ríður í Runsival
sum aðrir Frankismenn,
so fellir hann heidningamar,
hundrað um í senn.

27.

Róland ríður í Runsival,
sum blóð man vekja ofta,
tá var at líta blóðugt merki,
Dýrindal fór á loft.

28.

Róland ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
höggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

29.

Eingin kom aftur av öllum teim,
heidna manna her,
uttan jallin á Upplondunum,
sak var hann ikki verð.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0191.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free