- Project Runeberg -  Lesibók /
176

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

30.

Hans var hjálmur av hövdi skorin,
hövdu tað menn við orði,
átjan hevði hann ólívssár,
hann stóð fyri kongins borði.

31.

Aftur sigla Angelunds menn,
teir kæra sína neyð:

»Fallið er nú liðið alt,
og ikki er Róland deyður.«

32.

»Ongan torið tær friðskjólin
vænta tygur av mær,
fyrr enn tær førið Rólands hövur
higar for míni knæ!«

33.

Tað var vonđi Angelund kongur,
brynjar út annan her,
ríða so í Runsival,
vita, hvussu fer.

34.

Snarliga biígva teir síni ferð
við albrynjaðar hestar,
ríða so í Runsival,
jörðin tókti bresta.

35.

Koma nú allir dalar fullir,
fjöllini eru avtakin,
síggja so mangar hövdingar
ríða sær á baki.

f 36.

Tí svaraði Olavur jall,
tá hann sá heiðin her:
»Róland, blás nú í tín lúður,
vita, hvussu fer!«

37.

Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harðan,
tíggju mílur og tuttugu,
tá skulvu torpar og garðar.

38.

Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur
»Róland er í víggi staddur,
honum er vandi á hendur!«

39.

Svaraði vondi Gýðin ja.ll,
gudssvikarin versti:

»Róland skemtar liðið sítt.
har hann situr á hesti.«

40.

Róland ríður í Runsival
sum aðrir Frankismenn,
enn feldi hann heidningarnar
hundrað um í senn.

41.

Róland ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
höggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

42.

Aftur sigla Angelunds menn,
kæra sína neyð:

»nú er annað liðið fallið,
ikki er Róland deyður.«

43.

»Ongan torið tær friðskjólin
vænta tygur av mær,
fyrr enn tær førið Rólands hövur
higar for míni knæ!«

44.

Tað var vondi Angelund kongur,
brynjar út triðja her,
ríða so í Runsival,
og vita, hvussu fer.

45.

»Nú skal lata liðið samla,
landamanna tjóð
av teim átjan Blálondum,
sum eingin skín á sól.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0192.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free