- Project Runeberg -  Lesibók /
177

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

46.

Út ríður hann Angelund kongur
við sín skjöldin fríða,
níggju kongar og áttati
undir hans merki ríða.

47.

Har kom heidningin Langalív,
verdur var hann tað versta,
átjan alin var bulur hans
upp frá saðil og hesti.

48.

sLangalív eri eg kallaður,
so eri eg nevndur at navni,
mangan havi eg kristnan mann
skilt við gleði og gamni.«

49.

»Nú skal taka mín hvölla lúður,
spara hann ei at koyra,
vita, um keisarin Karlamagnus
man meg nakað hoyra.«

50.

Hornið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so snjallan:
einar portardyrnar upp
og aðrar aftur falla.

51.

Homið setti hann á sín munn,
tað var mest av móði,
niður spiltust drykkirnir,
á keisarins borði stóðu.

52.

Ólavur ríður í herin fram,
Langalív honum á baki:

»Tú skalt ikki rósa av,
at eingin var tín maki!«

53.

r f

Olavur jall tók báðar hendur
aftur um hattargerð:

»Tú skalt ikki, vondi hundinsson,
rósa, hvat tú gert her!«

54.

Blóð sprakk undan naglarót,
Ólavur spenti alva,
meðan hjó hann Langalív
búkin niður í nalva.

55.

Róland ríður í Runsival
við Dýrindal í hendi,
höggur so títt á báðar hendur,
mangan sveita rendi.

56.

Homið setti hann á sín munn,
tá blæs hann so harða,
tá skulvu hjá keisarinum
bæði borgir og garðar.

57.

Homið setti hann á sín munn
í tí triðja sinni,

tá blæs Róland kongins frændi
bæði vit og minni.

58.

r

Tað var reystur Olavur jall,
tað var mest av fári:
hann högg niður í Rólands hjálm,
so svörðið stóð í hári.

59.

»Hoyr tað, reysti Ólavur jall,
tað tali eg til tín:
tungur ertú í höggunum,
landsbróðir mín!«

60.

Svaraði reystur Ólavur ja.ll,
snarliga hann sær vendi:
»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg teg ikki kendi!«

61.

Hann vendi aftur í atreið teirri,
sigst í hesum tátti,
feldi niður av heidningunum
alt tað, hann formátti.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0193.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free