- Project Runeberg -  Lesibók /
178

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

62.

Svaraði Nemus hertugin,
fyri borði har hann stendur:
»Róland er í víggi staddur,
vandi er honum á hendur!«

63.

»Taka skal vonda Gýðin jall
og leggja hann í bond,
harðan skal hann deyðan tola,
komi eg lívs í land.

64.

Eg havi fingið skaða í ár,

Guð biði eg hann bøta,
mist havi eg Róland, frænda mín,
og tólv javningar søtar! .

65.

Róland var mín systirson
bæði til hand og fót,
kemur hann ikki livandi heim,
eg biði tess ikki bót.«

66.

Tá var blóð í Runsival
rætt sum onnur fljóð,
villir fóra tólv javningar,
hvör mót öðrum sló.

67.

Róland livdi longst av teim,
varð sum Harra Gud vildi,
allar bar hann tólv javningar
saman á reyðum skildi.

68.

Tríggir vóru marmorasteinar
settir saman í kross,

Rólanđ settist undir ein,
so er greint fyri oss.

69.

Fram gekk ein av heidningunum,
kalla hann riddaran spaka,
hann hevði tað í hug hjá sær
Rólands lúður at taka.

70.

Ikki hevði hann andan rnist,

eyguni sundur brá,

hann sló tann træl við gyltan

lúður,

so heili á horni lá.

71.

»Harra Gud í himmiriki
veiti mær tann ting:
eingin beri mín búgvin brand
fyri uttan mín javning!«

72.

Keisarin gekk at kirkjuni,
til bønar hann var:

»Harra Krist gevi nú sigur í dag,
at hevna frænda vár!«

73.

Og so ríða Frankismenn
blokkar og bleytar mýrar,
tá mátti síggjast átjan hundrað
stíga til saðildýra.

74.

Keisarin ríður vegin fram
við so mikið mein,
hann sær Róland frænda sín
millum tógva steina.

75.

Keisarin ríður vegin fram,
snarliga hann sær vendi,
hann sær Róland, frænda sín,
við Dýrindal í hendi.

76.

Vindur hann svörð úr hjaliinum
bæði við sorg og sút,

Olivant horn og Dýrindal
hann varpar á vatnið út.

77.

Mikil var tann bønin,
ið Karlamagnus bað:
sólin stóð í tríggjar öktir
rætt í nóns stað.

!

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0194.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free