- Project Runeberg -  Lesibók /
179

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

78.

Sólin stóð í tríggjar öktir,
dagurin ikki at líða,
enntá hevndi Karlamagnus
tólv javningar sínar.

79.

Keisarin ríður í Runsival
við sítt skeggið hvíta,
tað var eingin av heidningunum
mót honum tordi líta.

80.

So reið keisarin Karlamagnus,
næstan jörðin brast,
møtti honum Angelund kongur,
hann sipaði til so fast.

81.

Teir högga títt, teir líva lítið,
tað er seggja gaman:
eldur reyk av svörðunum,
tá ið oddar bóru saman.

82.

Keisarin gav so mikið högg,
öllum tókti unđur:
hann hjó reysta Angelund kong
av í kníggjum sundur.

83.

Tað var reysti Angelunđ kongur,
læt ikki á sær finna:
setti stubbarnar niður í jörð
og bardist ikki minna.

84.

Ruddu teir á Angelunds kropp
fjöruti mannabúkar,
hann var ikki við vápnum vegin,
har fyri mátti hann lúta.

85.

Tað var keisarin Karlamagnus,

sínum svörði brá,

hann kleyv reystan Angelund

kong

sundur í lutir fvá.

86.

Tað var keisarin Karlamagnus,
alt var sum hann vildi,
allar førdi hann tólv javningar
saman á reyðum skildi.

87.

Tað var vondi Gýðin ja.ll,
hann var maðurin versti,
tóku teir hans ónda kropp,
slitu hann millum hesta.

88.

Tóku teir vonda Gýðin jall,
hongdu hann upp í træ;
tað var mær av sanni sagt,
ravnar rivu hans ræ.

89.

Eg kann ikki longur kvöða,
enn kvöðið er fyri mær:
allar førdi hann tólv javningar
til Jorsalagrav við sær.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0195.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free