- Project Runeberg -  Lesibók /
180

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Nökur brot av kvæðinum um
Asmund Aðalsson.

í.

Nú skal stilla stavargrein,
ei skal niður falla,
um hann Ásmund Aðalsson,
tann Húnakong at kalla
Leikum fagurt á foldum!
eingin treður dansin undir

moldum,
leikum fagurt á foldum!

2.

Um hann Ásmund Aðalsson,
tann Húnakongin ríka,
hartil Ólav skósvein hans,
so fáir finnast slíkir.

3.

Um hann Ásmund Aðalsson,
tann Húnakongin sterka,
hartil Ólav, skósvein hans,
royndur í avreksverki.

4.

Um hann Ásmund Aðalsson,
tann Húnakongin stranga,
hartil Ólav, skósvein hans,
so frægur í róm at ganga.

6.

Ásmundur ríður út árla morgun,
í öllum ber hann sigur:
Ingibjörg stendur í glasgluggum,
sær hon út so víða.

6.

Tað var frúgvin Ingibjörg,
hon talar til móðir sín:
»Ásmund hevði eg kosið mær,
hevði tað staðið til mínU

7.

Hon hevði upp sína høgru hond,
hon gav henni högg á tenn:
blóðið dreiv f barmin niður,
sóu tað mangir menn.

8.

»Sjúrður Fótur er frægari kappi,
honum skal eg teg gifta,
Ásmundur skal teg ikki njóta,
so skulum vit tí skifta!«

9.

Sjúrður Fótur moynna bað,
hann hana síðar fekk,
hon hevði hug á Ásmundi,
í hjarta var henni tekk’.

10.

Sjúrður slaktar neyt og seyð,
nógv hevði hann til besta,
snarliga letur til brúdleyps bjóða,
skal ikki longur fresta.

11.

Öllum letur hann Sjúrður Fótur
í sítt brúdleyp bjóða
uttan Ásmundi Aðalssyni,
væl kann randir rjóða.

12.

Uttan Ásmundi Aðalssyni,
væl kann randir rjóða:

»Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,
vil mær eingin bjóða!«

18.

»Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst
eftir mínum ráðum,
eg skal standa úti um stund,
til givnar eru gávur.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0196.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free