- Project Runeberg -  Lesibók /
182

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

35.

Hondin kom undan skikkju fram,
hvít var hon sum flúr,
undraðust allir innan halla,
hvar dreingir vóru komnir út.

36.

Kápumaður við horni tók,
hann đrekkur úr av öllum,
slökkja ljós og tendra títt,
tá var myrkt í höllum.

37.

Tað var frúgvin Ingibjörg,
hon skín sum gullið bjarta,
maðurin kastar kurteis klæði,
vil ikki longur skarta.

38.

Maðurin kastar kurteis klæði,
vil ikki longur skarta,
skundar sær so at borðinum,
hann tók tá brúður bjarta.

39.

Ásmundur tók tá björtu brúður
undir kápuna blá,
skundar sær so av durunum,
teir gingu av borgum báðir.

4°.

Asmundur tók tá björtu brúður,
fór ikki við tað hátt,
skundar sær so av durunum,
teir gingu av borgum brátt.

52.

Ljós varð borið í hallina inn,
lýsti fyri teim öllum:
burtur vóru komnir menn,
og horvin var brúður av pöllum.

53.

Ljós varð borið í hallina inn
og lýsti í hvörsmans sæti:
burtur vóru komnir menn
og horvin brúður hin mæta.

54.

Teir leitaðu úti, teir leitaðu inni,
bæði á sjógv og landi,
tað var ilt at finna ta brúður,
burt var flutt av landi.

55.

Tí svaraði Sjúrður Fótur:

»Nú skal ikki longur fresta!
antin skal teir á gálga heingja
ella slíta millum hesta!«

56.

Til svaraði gamli kallur,
sum hevði tagað leingi;
»Sveinir, gevið kalli ljóð,
hann man kenna dreingir!

57.

Eg kenni væl Asmund Aðalsson,
tann Húnakongin ríka,
hartil Olav, skósvein hans,
so fáar finnur tú slíkar.«

61.

Tí svaraði gamli kallur,
ryður í brósti rennur:

»Áðrenn tú teir á gálga hevur,
tá sveittast tær um enni!

62.

Tú tarft ikki, Sjúrður Fótur,
kurteisi lata hoyra:
áðrenn tú ert á Húnalanđi,
tú mant teg av öllum royna!

63.

Tú hoyrir so miklan fyrigong
við harpur og við gný:
áðrenn tú ert á Húnalandi,
tú rósar ikki av tí.«

64.

Tí svaraði Sjúrdur Fótur:

»Meg man rætt um minna,
hvör vil vera mín fylgisveinur
tann Húnakong at finna?*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0198.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free