- Project Runeberg -  Lesibók /
183

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

65.

Rani kemur úr fjalli oman
við sínar bustir stinnar:

»Eg vil vera tín fylgisveinur,
tann Húnakong at finna!«

71.

Teir sigldu upp undir Húnaland
eina morguntíð,
tað var sum í bál at líta,
tá skeiðir dynja í.

72.

Teir sigldu upp undir Húnaland
eina morgunstund,
tað var sum í bál at líta,
tað dynur á skeiðarfund.

73.

Borgir sóu teir undan koma,
á pílarum standa,
tornið stóð fyri hvörs mans durum,
dreingjum eykar vanda.

Inngangsörindini av kvæðinum um
Hermund illa.

í.

Atli og hann Sivar jall
vóru brøður báðir,
tað er mær av sanni sagt,
fyri Saxland hava teir ráðið.

— Nú fellur ríman yvir
Breiða-fjorð,

har liggur ein bóndi deyður í
dökkari jörð,
nú fellur ríman.

2.

Atli legði skipum sínum
eystur millum fjarða,
festi ta vænu kongins dóttir
heiman av Miklagarði.

3.

Jallurin eigir tógva synir,
gitnar á gævustund,
annar eitur Eirikur,
annar Hermund.

4.

Jallurin eigir tógva synir,
elur teir upp við yndi,
tað er mær av sanni sagt,
at sundur bar teirra lyndi.

5.

Eirikur situr í högalofti,
öm flýgur yvir hans eygun;
hann er so í hjarta rædđur,
torir ei síggja mann reiðan.

6.

Hann er so í hjarta ræđdur,
torir ei síggja mann bløða,
í tí víggi vil hann ei vera,
sum hjörtur verður skotin til

deyða.

7.

Hermundur vóx í faðir síns garði,
við tað fór hann fram:
honum tókti ei tann dag vera

heilan,

hann blódgaði ikki mann.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0199.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free