- Project Runeberg -  Lesibók /
184

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Frúgvin Margreta.

í.

Vilja tit nú lýða á,
meðan eg flyti fram
um hana frúnna Margretu,
í Norðnesi brann.

Troðið nú lættliga dansin,
dagurin skín so fagurliga,
komin er hægst á sumarið.

2.

Gud fyriláti Eiriki kongi,
hvat hann mundi gera:
sendi sítt barn í ókunn lond,
moykongur at vera.

3.

Gud fyriláti Eiriki kongi,
hvat hann gjördi har,
sendi sítt barn í ókunn lond,
moykongur vera skal.

4.

»Mær skal fylgja frú Katrin,
sker henni klæði reyð!
hon verður mær tann trúgvasta,
tar for tolir h*on deyð.«

5.

»Tær skal fylgja so vænt eitt vív
sunnan undan lund,
nevnd er frúgvin Ingibjörg
tað lystiliga sprund.

6.

Tær skal fylgja so vænt eitt vív
sunnan undan oy,
nevnd er frúgvin Ingibjörg
tann lystiliga moy.

7.

Tær skulu fylgja sveinar tveir,
eg kenni væl teirra navn:

Nials út av Gylstein
og Eyðun Hestakorn.

8.

Nials út av Gylstein
og Eyðun Hestakorn,
tí teir kunnu læra teg
tey landsmál og orð.«

9.

»Mær skal fylgja frú Katrin,
sker henni klæði grøn!
hon verður mær tann trúgvasta,
av Gudi taki hon løn!«

10.

Tað leið ikki longur um
enn mánaðirnar tvá,
lysti frúnna Margretu
sín faðirs skip at sjá.

11.

Tað var Eyðun Hestakorn,
hann tók í frúnnar hand,
fylgdi henni í sævarmála
í tað hála tang.

12.

Hann fylgdi henni í sævarmála,
í tað hála tang,
stjól so burt tað flngurgull,
jomfrúnni fell av hand.

13.

Tað leið ikki longur um
enn mánaðirnar tríggjar,
enn lystir frúnna Margretu
sln faðirs skip at síggja.

14.

Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tvá,
ongasteds tað kundu tey
til nakað land at sjá.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0200.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free