- Project Runeberg -  Lesibók /
185

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

15.

Rókust úti í myrkum havi
mánaðirnar tríggjar,
ongasteds tað kundu tey
til nakað land at síggja.

16.

Svaraði frúgvin Margreta,
hon stóð í fremra stavn:

»Vit skulu lova olmussu
í vár harras navn.«

17.

Summir lova eina,
summir lova tvá,
tað var frúgvin Margreta,
hon lovar tríggjar.

18.

Summir lova eina og tvá,
summir lova tríggjar,

Margreta lovaði fýra,
tá fingu tey land at síggja.

19.

Svaraði frúgvin Margreta,
skortar ikki fíggja:

»Hetta kalla teir Skotland,
vit fingu fyrst at síggja.«

20.

Svaraði frúgvin Ingibjörg,
stóð í kyrtil reyð:

»Fingu vit selt tað væna vív,
tá kortar oss ei til eyð!«

21.

Svaraði Eyðun Hestakorn
fyrsta orðið tá:

»Seljið hana helst til Blálanda,
har spyrst minni frá.«

22.

Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikaðu ei á bunkan niður
fyrr enn við Blálanđ.

23.

Hegar ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.

24.

Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig Eyðun Hestakorn
sínum fótum á land.

25.

Fyrst steig Eyðun Hestakorn
sínum fótum á land,
tá var greivin á Blálondum
riðin niður til strand.

26.

»Hoyr tú greivin á Blálondum,
viltú frúgvur velja?
viltú keypa tað væna vív,
vit hava falt at selja?«

27.

Tað var greivin á Blálondum,
hann tók til virðin full,
gav fyri frúnna Margretu
tríati tunnur gull

28.

Tað var greivin á Blálondum,
tað gjörði hann tá,
gav fyri frúnna Margretu
meiri enn hon sjálv vá.

29.

Tað er greivin á Blálondum,
svarar so frá sær:

»í hvat landi ertú borin?
hvör er faðir at tær?«

30.

»Eg kann ikki sannari
siga fyri tær,

Eirikur kongur í Noregi
er sannur faðir at mær.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0201.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free