- Project Runeberg -  Lesibók /
186

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

31.



Tá ið greivin hetta hoyrdi,
at hon var av kongakyni,
vildi hann ikki gifta hana
við sínum onkasyni.

32.

Tað var greivin á Blálondum,
tók sær frú at festa,
snarliga læt til brúdleyps ætla,
læt ei longur fresta.

33.

Drukkið var teirra brúdleypið,
kátt var teirra lív,
gingu bæði í eina song
greivin og hans vív.

34.

Tað er frúgvin Katrin,
svarar so fyri sær:

»Eina bøn, ið eg teg biði,
Eyðun, veit hana mær!

35.

Eina bøn, ið eg teg biði,
hana skaltú mær gera:
lat meg við frúnni Margretu
á Blálondunum vera!

36.

Eina bøn, ið eg teg biði,
hana vil eg tiggja:
lat meg við frúnni Margretu
á Blálondunum byggja!«

37.

»Hvat skaltú á Blálondum gera?
tú kant ikki mál,
far tú heldur til Noregis,
far suður aftur í vár!

38.

Hvat skaltú á Blálondum gera?
tú ert lítið treyst,
far tú heldur til Noregis,
far suður aftur í heyst!«

39.

»Verður mær tess eyðið,
eg komi til Noregis heim,
eg skal siga Eiriki kongi
frúnnar tungu mein!

40.

Verður mær tess eyðið,
eg komi til Noregis vítt,
eg skal siga Eiriki kongi,
tit svikuð tað væna vív!«

41.

Tóku tey frúnna Katrina,
lögdu undir høgind blá,
Eyðun og frúgvin Ingibjörg
tey settust omaná.

42.

Tóku tey frúnna Katrina,
tað hitt væna vív,
hongdu upp í hægsta træ,
har tapti moy sítt lív.

43.

Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunka niður
fyrr enn við Noregis land.

44.

Hegar, ið tann snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.

45.

Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig frúgvin Ingibjorg
sínum fótum á land.

46.

Fyrst steig frúgvin Ingibjörg
sínum fótum á land,
tá var reystur Eirikur kongur
riðin niður til strand.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0202.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free