- Project Runeberg -  Lesibók /
187

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

47.

Tá svaraði Eirikur kongur,
gull ber seg á hanđ:

»Hvar er Margreta, dóttir rnín?
hon kemur ei fyrst á land.«

48.

Svaraði frúgvin Ingibjörg,
elur hon seg so mjúka:

»Mitt í miðjum írlandshavi
fingu vit moynna sjúka.«

49.

Tí svaraði Eirikur kongur
fyrsta orðið tá:

»Lyftið frá tey silkitjöldur,
latið meg líkið sjá.L

50.

Svaraði reystur Eirikur kongur,
tá hann líkið sá:

»Hetta er ikki Margreta,
hvörki á brún ei brá.«

51.

Vankar ei á stræti,
treður á manna gongd,
gingin er sjálvur Eirikur kongur
undir börustong.

52.

Ikki kostar Eirikur kongur
minni til enn tá:
börumar av reyðargulli
læt hann henni slá.

53.

Börurnar av reyðargulli
læt hann henni gera,
korsið av tí skæra silvur,
merki við at bera.

54.

Eystan fyri kirkjuna
dreingir reika á fold,
gróvu tað hitt ljósa iík
niður í dökka mold.

55.

Eystan fyri kirkjuna
dreingir reika í skara:
dimmur er hesin dagur f dag
niður í mold at fara.

56.

Eirikur reið frá kirkju heim,
mælti ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan
eftir sínar dóttir sál.

57.

Eirikur reið frá kirkju heim,
mælti ikki orð,
mangan gleðir hann fátækan
yvir sítt breiða borð.

58.

Tað var tá, sum ofta er,
frá man frættast víða:

Noregis kongur frá kirkju reið,
hann fangaði helsótt stríða.

59.

Tað var í tann fyrsta svövn,
Eirikur kongur fekk,
tað var frúgvin Margreta,
honum í dreymar gekk.

60.

»Tað var frúgvin Katrin,
ígjár var lagd í skrín,
eftir livir á Blálondum
Margreta, dóttir tín.

61.

Tað var frúgvin Katrin,
ígjár var lagd í mold,
eftir livir á Blálondum
Margreta, dóttir bold,«

62.

Tað var reystur Eirikur kongur,
fell pá síni knæ:

»Heinta mær Eyðun og Bjarnir,
bið teir koma for meg!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0203.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free