- Project Runeberg -  Lesibók /
188

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

63.

Inn kom meistarin Bjamir,
fell pá síni knæ:

»Krist signi teg, Eirikur kongur,
hvat viljið tær mær?«

64.

Tá svaraði Eirikur kongur,
áðrenn hann læt lív:

»Tryggan skulu tit eiðin svörja
um tað væna vív.«

65.

Tá svóru teir rangar
eiðirnar tvá:
tað er ei so undarligt,
tað gekk, sum sagt er frá.

66.

Tá svóru teir rangan
tólvmanna eið;
tað var ei so undarligt,
um ævin var ikki greið.

67.

Tá svaraði Eirikur,
áðrenn hann gav upp ond:
«Margretu lýsi eg ríkið hálvt,
kemur hon lívs til lond.«

68.

Vankar ei á stræti,
treður á manna gongd:
gingin er sjálvur Hákun kongur
undir börustong.

69.

Ikki kostaði Hákun kongur
minni til enn tá:
börurnar av reyðargulli
læt hann honum slá.

70.

Börurnar av reyðargulli
læt hann honum gera,
korsið av tí skæra silvur,
merki við at bera.

71.

Eystan fyri kirkjuni,
dreingir reika á fold,
gróvu tað hitt ljósa lík
niður í dökka mold,

72.

Eystan fyri kirkjuni,
dreingir reika í skara:
dimmur er hesin dagur í dag
niður í mold at fara.

73.

Hákun kongur frá kirkju reið,
mælti ikki orð,
mangan gleðir hann fátækan
yvir sítt breiða borð.

74.

Hákun kongur frá kirkju reið,
mælti ikki mál,
mangan gleðir hann fátækan
fyri sín bróðir sál.

75.

Margreta vaknar á miðjari nátt,
telur sín’ dreymi frá:

»Nógv havi eg í Noregi at gera,
mín faðir er fallin frá!«

76.

Margreta vaknar á miðjari nátt,
telur sín dreym so brátt:
»Undarligt hevir fyri meg borið
alla hesa nátt.

77.

Meg droymdi, í Norðnesi
har var kynt eitt bál,
har kom Eyðun Hestakorn,
hann reið við mikið prál.

78.

Meg droymdi, í Norðnesi
har var kyndur eldur,
har kom Eyðun Hestakorn
við so mikið veldi.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0204.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free