- Project Runeberg -  Lesibók /
189

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

79.

Meg droymđi, í Norðnesi
har var vaxin sút,
hjörturin við sítt fagra horn
hann spældi for bergið út.

80.

Meg droymdi, í Norðnesi
han var vaxin viður,
hjörturin við sítt fagra horn
hann spældi for bergið niður.

81.

Meg droymdi, tað var ein reyður

logi

í mín faðirs garði,

har kom sipandi ein hvirvilvindur,

so eingin varð hann varur.«

82.

Tað er frúgvin Margreta,
hon sigir sínum dreymi frá;
tað var greivin á Blálondum,
hann kundi væl dreymin ráða.

83.

»Tað ið teg droymdi, í Norðnesi
har var kyndur eldur,
tað verður fyri sjálvari tær:
tú kemur til lítið veldi.

84.

Tað ið teg droymdi, í Norðnesi
har var kynt eitt bál,
tað verður fyri sjálvari tær:
tú missir lív og mál.«

85.

Tað var frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
so gár hon í högaloft
for Magnus, son sín, inn.

86.

Hon tók upp sín unga són,
legði á armin sín:

»Ligg væl heilur og happadyggur,
minst á móðir tín’!«

87.

Hon tók upp sín unga son,
og kysti hann so søtan,
eingin hevur so hart í hug,
at hjartað má jú grøta.

88.

Svaraði frúgvin Margreta
av so tungum stríði:

»Guđ gevi tær ikki mentir til
mót Norðmonnum at stríða!«

89.

Tað er frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
for meistar Eingilbret inn.

90.

»Sit væl, meistarin Eingilbret
við tín ljósa skara!
viltú vera rnín stýrimaður
til Noregis at fara?«

91.

Upp stóð meistarin Eingilbret
við sín ljósa hand:

»Eg skal vera tín stýrimaður
til Noregis land.«

92.

Tað var tá, sum ofta er,
duld eru döpur mein:
greivin fylgdi Margretu
ytst á flóðarstein.

93.

Vundu upp síni silkisegl,
gull við vovin rand,
strikar ei á bunkan niður
fyrr enn við Noregis land.

94.

Hegar ið teirra snekkjan
kendi fagurt land,
lótu síni akker falla
á so hvítan sand.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0205.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free