- Project Runeberg -  Lesibók /
190

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

95.

Lótu síni akker falla
á so hvítan sand,
fyrst steig frúgvin Margreta
sínum fótum á land.

96.

Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon steig á jörð:

» Onkun tíð var mín fótur so lættur
henda tíð í fjör!«

97.

Svaraði frúgvin Margreta,
tá hon steig á mold:

»Tað kenni eg á sjálvari mær,
at feigur er fótur á fold!«

98.

Margreta gekk frá strondum

niðan

so er greint fyri mær,
henni vóru kunnigir vegirnir
til Mariu kirkjugarð.

99

»Her liggur tú, Katrin!
tú læt lív for meg,
harra Gud í himmiríki
biði gott for teg!

100.

Her liggur tú, Katrin!
tú læt for meg mál,
harra Gud í himmiríki
biði gott for tína sál!.«

101.

Tað er frúgvin Margreta,
sveipar at sær skinn,
og so búgvin gongur hon
fyri Hákun kongin inn.

102.

Tað var frúgvin Margreta,
tók í kongins hánd:

»Heilur og sælur, mín faðirbróðir,
nú eri eg komin í land!«

103.

Tá svaraði Hákun kongur
fyrsta orðið tá:

»Hvar skaltú, hin lítla kona,
tær eitt vitni fá?«

104.

»Eg væntaði mær í Noregi
vitni at leita til tín
og hann meistarin Bjarnir,
fosturfaðir mín.«

105.

Inn kom meistarin Bjarnir,
gjörla hana kendi:

»Gud fyriláti faðir tínum,
hann teg av landi sendi!«

106.

Tá svaraði Hákun kongur
> fyrsta orðið tá:

»Hvar skaltú, hin lítla kona,
tær annað vitni fá?«

107.

»Eg væntaði mær í Noregi
vitni at leita til tín
og hana Ásu Tistilsfrú,
fosturmóðir mín.«

108.

Inn kom Ása Tistilsfrú,
segði sum henni tókti:

»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
hatta er Eiriks dóttir!«

109.

Tað var Eyðun Hestakorn,
frúnni var ímót,
tá hon skuldi vitna,
hann steig á hennara fót.

110.

Tað var Ása Tistilsfrú,
snatliga hon sær vendi:

»Hjálpi mær faðir av himmiríki,
eg kenni ikki hatta kvendi!«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0206.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free