- Project Runeberg -  Lesibók /
191

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

111.

Tað er frúgvin Margreta,
svarar so for seg:
xSo verði tú blinđ og deyv,
sum tú kennir meg!

112.

Minnist tú ei, Ása Tistilsfrú,
tú lærdi meg at stava bók,
tú sló meg við títt fingurgull,
so tár á kinnum stóð?

113.

Tú sló meg við títt fingurgull,
so tár á kinnum stóð,
frætti tað mín sæli faðir,
við tí varð hann óður.

114.

Frætti tað mín sæli faðir,
at tú gjördi so,
sendi boð í högaloft,
eg skuldi í hallina gá.

115.

Eg var meg so fegin og fús,
eg skuldi í hallina ganga,
eg fell í faðir míns borðstólar,
eg beri her ör í vanga.

116.

Eg var meg so fegin og fús,
eg skuldi í hallina renna,
eg fell í mín faðirs borðstólar,
eg beri her ör í enni.«

117.

Svaraði Ása Tistilsfrú,
hon stóð í mannamúgva:

»Eg havi ikki sætt einalægri konu
betri kunna at ljúgva.*

118.

Mikil var tann bønin,
frú Margreta beið:
bæði blind og málleys
Asa av tingi reið.

119.

Mikil var tann bønin,
frú Margreta fekk:
bæði blind og málleys
Ása av tingi gekk.

120.

Tað var frúgvin Margreta,
hon tók í kongins hond:

»Má eg ikki ganga í tvörkirkju
at skoða mín faðirs leiði?«

121.

Tað var reystur Hákun kongur,
tók til orða svá:

»Hoyr tað, tú hin lítla kona,
tey vilkor skaltú fá.«

122.

Margreta sat í tvörkirkju,
seyng av síni bók,
har kom Eyðun Hestakorn,
hana á hondum tók.

123.

Hann tók hennara báðar hendur
aftur um bak at binda,
frúgvin græt so møðiliga,
blóð sprakk undan lind.

124.

»Hoyr tú, Eyðun Hestakorn,
bind meg ikki nú!
tað býr undir lindini,
ið minni formár enn tú.

125.

Hoyr tú, Eyðun Hestakorn,
bind meg ei so fast!
tað býr undir lindini,
sum harrin hevir skapt.«

126.

Tað var Eyðun Hestakorn,
hann gjördi verri um sinn:
hann tók frúnna Margretu,
setti í myrkastovu inn.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0207.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free