- Project Runeberg -  Lesibók /
195

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Flóvin Bænadiktsson.

í.

Arla var um morgunin,
sól tók fagurt at skína:

Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sfnar.

Lat meg sova á tínum armi,
ríka jomfrúva.

2.

Árla var um morgunin,
roðar fyri sól:

Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar tólv.

3.

Marita snúðist av hallini út
við fylgismoyggjar sínar,
møtti henni Flóvin Bænadiktsson
undir so grønar líðar.

4.

Tað var Flóvin Bænadiktsson,
hann tók hana í sín favn:
»Gud fyriláti tær, søtan mín,
tú lovaðist öðrum manni!«

5.

»Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frænđur fleiri,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki gleðin meiri.

6.

Faðir og móðir meg burt góvu,
so mínir frændur flestu,
tá kom sorgin í mítt bróst
og ikki mín gleðin besta.«

7.

»Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal sláa Hermann íhel
og draga so av landi med teg!

8.

Hoyr tú, frúgvin Marita,
er tað við tín vilja?
eg skal sláa Hermann íhel
og teg frá honum skilja.«

9.

»Hoyr tað, Flóvin Bænadiktsson,
tað er ikki við mín vilja!
tann sami Gud, oss saman kom,
hann kann oss best atskilja «

10.

Marita snúðist haðan burt
í tí sama orði,

hon kom ikki fyrr til hallar heim,
enn Hermann sat yvir borði.

11.

»Hoyr tú, frúgvin Marita,
hví hava tíni eygun so runnið?
tú hevir verið við kirkju í dag,
og Flóvan hevir tú funnið.«

12.

»Eg var meg við kirkju í dag,

men Flóvan ikki fann,

har misti eg mínar gullringar

burt

og so nu’tt reyðargullband.

13.

Hoyr tað, harra Hermann,
hvat eg beri fyri brósti:
vegin er mín sæli faðir,
forðum đrongur treystur!«

14.

»Hoyr tú, frúgvin Marita,
lætta av angist og trega!
eg skal ríða á markir út
hans banamann at vega.«

13*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0211.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free