- Project Runeberg -  Lesibók /
196

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

15.

Tann fyrsta píl, í skóginum var

skotin,

hon var gjörd av stál,

hon fleyg fyri harra Hermanns

bróst,

hon stansaði hans mál.

16.

Tann onnur píl, í skóginum var

skotin,

hon var skotin av treysti,
hon fleyg fyri harra Hermanns

bróst,

hann fell av sínum hesti.

17.

Svaraði harra Hermann,
hann fell av hesti sínum:

»Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu rníni!

18.

Harra Gud faðir av himmiríki
heilsi mær Maritu míni!
bæði væl og höviskliga
behaldi hon ævi sína!«

19.

Gevið ljóð og lýðið á!
eg kvöði sum eg kann:
syrgilig bóru tey boðini
fyri Maritu fram.

Frætti tað Flóvin Bænadiktsson,
hann sat í búnum talvi:
deyður er harri Hermann,
so reystur drongur av alvi.

21.

Tað var Flóvin Bænadiksson,
hann sópaði talvið saman,
biður gott fyri riddarans sál,
helsti var hann gamal.

22.

»Saðlum várar hestarnar,
og ríðið undir oy!
nú skal festa einkjuna,
eg fekk hana ikki moy!

23.

Saðlum várar hestarnar,
ríðið gjögnum lund!
nú skal festa einkjuna
tað hitt væna sprund.«

24.

Flóvin býður Maritu
í song við sær at liggja;
takk havi frúgvin Marita,
hon vildi ei tað boð tiggja!

25.

Hon gav seg í nunnukloystur
við so góða trú,
onga tíð á ævini
livir hon sum nú.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0212.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free