- Project Runeberg -  Lesibók /
197

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Brúnsveins vísa.

í.

»Hoyr tað, Mjöllhvít, svara mær

blítt!

— með junga —
og ríði í lund at biðja mær vív.«
alfagurt ljóðar mín tunga,
lystir meg í dans gá með junga,
brúnt er mítt silkihár,
mjöllhvít so eri eg sjálv,
alfagurt ljóðar mín tunga.

2.

»Hvat heldur tú biður tær konu
ella kvinnu,
Krist lati teg hana við æru vinna!

3.

Hvat heldur tú biður tær konu
ella moy,
Krist lati tygur bæði við æru doy’!

4.

Hoyr tað, Brúnsvein, søti mín!
má eg ikki fara í brúdleyp títt ?«

5.

»Skaltú í mítt brudleyp fara,
tú mátt ikki mikið reyðargull

hava.«

6.

»Mítt reyðargull kann eg væl

bera,

tað havi eg fingið við heiður og

æru.«

7.

Brúnsvein reið seg undir oy,
festi sær so væna moy.

8.

Festi frúgvu og flutti heim,
so ger mangur danisvein.

9.

So førdu teir brúður í Brúnsveins

garð,

tað var ikki gull fyri leikarar spart.

10.

Fylgdu tey brúður í brúðarhús,
fram gekk Mjöllhvít, bar fram ljús.

11.

Settu tey brúður í brúðarbonk,
fram gekk Mjöllhvítt, bar fram

skonk.

12.

Skonkti mjöð av harmi,
tárini runnu í barmin.

13.

»Hvat er tað fyri væna vív,
í aftan skeinkir mjöð og vín?«

14.

»Tað er mín yngsta systir,
nýkomin út av kloystri.*

15.

»Aldri sá eg nakað kloystravív
fella so møðug tár á lín.

16.

Aldri sá eg nakað kloystrabarn
fella so møðug tár uttan harm.

17.

Tað dugir ei at dylja:
tað man vera tín helja.

18.

Hav tú sjálvur títt slegfriðvív,
flyt meg aftur til faðir mín!

19.

Meira gull ber hon á sær,
enn mín faðir læt fylgja mær.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0213.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free