- Project Runeberg -  Lesibók /
198

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Meira gull ber hon fyri brósti,
enn eg eigi í míni kistu.

21.

Meira gull ber hon á hond,
enn mín faðir eigir riki og lond.

Tríggjar giftur hevir faðir meg

gift,

og allar hava mær heljur skift.«

Faðir og dóttir.

í.

Faðir spurdi dóttir í ráð:

»Viltú giftast manni í ár?«

Hon svór um Gud, hon svór
um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt
tað enn.
Riddarin svevur aleina.

Hon svór um menn,
hon hevði ikki hugsað ella tonkt
tað enn.

Hon svór tað á halgu bók,
at hon ikki mann í loynum tók.

3.

Halgu bók,

at hon ikki mann í loynum tók. j
Hon svór tað við munni,
at hon var so skær sum ein j
nunna.

4.

Við munni o. s. fr. (sum omanfyri) |
Hon svór tað við sannan Gud,
men eingin veit, hvat kemur í

hug.

5.

»Hvör var sá hin riddarin fín,
í aftan reið úr búðini tíni?«

6.

»Tað var eingin riddari fín,
tað var mín drongur við hindini.«

7.

»Plaga so várar hindir smáar
hava boygsl í munni og saðil á?«

8.

»Tað var ikki saðil av gull,
tað var ein tógvi av akurull.*

9.

»Hvat var tað hitt gylta spjót,
í aftan stóð um gluggan út?«

10.

»Tað var einki gyllini spjót,
men mánin skein bæði inn og út.«

11.

»Hvör var sá hin riddarin fín,
í aftan stóð fyri songum tínum?« ’

12.

»Tað var eingin riddari fín,
tað var hon Kristin, ternamín.t

13.

»Plagar so Kristin, terna tín,
skera so stuttan stakkin sín?«

14.

»Döggin drívur so víða,
frúgvur plaga sín stakk uppsníða.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0214.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free