- Project Runeberg -  Lesibók /
199

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

15.

Drívur döggin kalda,
frúgvur plaga sín stakk upp-

halda «

16.

>Plagar so Kristin, terna tín,
skera so hárið um í ring?«

17.

»Tað var ikki skorið í kring,
men frúnnar flættur lógu í ring.«

18.

»Hvat var tað fyri lítið kind,
í aftan græt í búðini tín?«

19.

»Tað var einki lítið kind,
tað var hann Falkur hundur mín.«

20.

»Plagar so Falkur, hundur tín,
hava reiv og lind og húgvulfn?«

21.

»Har var ikki húgva á,
men tað vóru hundsins lutir smá.«

22.

»Hvat var tað fyri vögga fín,
í aftan stóð fyri songum tín?«

23.

»Tað var eingin vögga gæv,
tað var mín lítil silkivev.«

24.

Faðirin burt á skógvin reið,
møtti honum riddarin á síni leið.

25.

Faðirin sínum svörði brá,
riddarin kleyv hann í lutir tvá.

26.

Hann tók upp hans raska fót,
hongdi hann við saðil góð.

27.

Hann tók upp hans ljósu hond,
hongdi hana við saðilbond.

Hann tók upp hans fríða hövur,
hongdi tað við saðilgjörð.

29.

Faðirin heim í garðin fór,
úti dóttirin fyri honum stóð.

30.

»Kennir tú nakað henda fót,
sum hongur við mín saðil góð ?«

31.

»Kenni eg enn, sum eg kendi ’
hann tá,
so mangt eitt spor til búðar lá.«

32.

»Kennir tú nakað hesa hond,
sum hongur við mín saðilbond?«

33.

»Kenni eg enn, sum eg kendi
hana tá,
so manga nátt í armi lá.«

34.

»Kennir tú nakað hetta hövur,
sum hongur við mína saðilgjörð ?«

35.

»Kenni eg enn, sum eg kendi

tá,

so mangur kossur á vörrum lá.«

36.

Fyrri trýtur streymur í á,
enn kvinnur kunna ei ansvar fá.

37.

Fyrri trýtur bylgja í sjógv,
enn kvinnur vita ei ansvar nógv.

38.

»Gud fyrigevi tær, faðir mín,
hvat tú gjördi mót dóttir tíni!

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0215.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free