- Project Runeberg -  Lesibók /
200

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

39.

Gevi tað Gud nú, faðir mín,
at eldur hevði staðið í búðum

tínum.

40.

Og tú var innibrunnin
fyri öll tey ráð, tú kundi!

41.

Og tú har inni væri,
men eg fyri uttan stæði!«

42.

Kyndi hon eld í hvíta lín,
inni brendi hon faðir sín.

Risin o g

í.

Heima situr moyggin ein

— spanga belti um búk —
við so miklan tröllagleim,

— við alnalangan dúk.

Tær fællur so væl í lag í dag,
mín jomfrú!

2.

Risin vindur lingur í ring:

» Statt upp, moyggin, lat meg inn!

3.

Statt upp, moyggin, lat meg inn!
kongasonur at biðja tín!«

4.

»Ertú tær ein kongason baldur,
tú syng mær fagran aftansang!«

5.

»Eg kan ei ta bók at sjá,
betur kann eg mína harpu slá.«

6.

»Hví stendur tú so leingi?
tú slært ikki harpustreingir.«

7.

»Kalt er veður, rím fellur á,
frystir eru streingir smár.

moyggin.

8.

Kalt er veður, fellur á rím,
frystir eru streingir mínir.«

9.

Moyggin sló sína hurð í gátt:
»Statt úti, risin, og hav góða

nátt!«

10.

Risin heim í garðin fór,

úti hans móðir fyri honum stóð.

11.

»Ver vælkomin, risin, sonur mín,
hvar er hon moyggin, kona tín ?«

12.

»Har stóðu fyrir teir naglar smár,
mín fótur brann, eg kundi ikki

ná.

13.

Har stóðu fyrir teir naglar fimm,
mín fótur brann, eg náddi ei inn.«

14.

»Sjaldan reið so faðir tín,
tá ið hann reið at biðja rnín.

15.

Tá ið hann reið at biðja mín,
miðjan veggin gekk hann inn.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0216.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free