- Project Runeberg -  Lesibók /
201

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

16.

Risin fekk so tunga sótt,
tað lindraði honum hvörki dag
ei nátt.

17.

Risin fekk so tunga trá,
hann sprakk av harmi, sum hann

lá.

Harra Pætur og Elinborg.

í.

Harra Pætur og Elinborg,
börn vóru tey so ung,
lögdu sínum ástum saman,
mongum eru forlög tung.

Nú lystir meg í dansin at gá,
meðan rósur og liljur tær gróa

væl.

2.

Harra Pætur og Elinborg,
börn vóru tey so rík,
lögdu sínum ástum saman,
mongum eru forlög slík.

3.

Legði hann hendur á frúnnar

háls,

myntist við hana blíða:

»Hvussu leingi viltú, Elinborg,
festarmoy, mín bíða?«

4.

»Bíða vil eg í sjey vetur
uttan frænda ráð,
giftast ikki livandi manni,
meðan eg liva má.

5.

Bíða vil eg í sjey vetur
móti mína frænda vilja,
giftast ikki livandi manni,
um enn meg kongur giljar.«

6.

Harra Pætur stígur
í tað standandi floy:

»Eg forbjóði hvörjum manni
mína festarmoy!«

n
í .

Harra Pætur stígur
í tann standandi stavn:

»Eg forbjóði hvörjum manni
sova í hennar arm!«

8.

Sjey vetur forgangnir vóru,

Elin tók at leingja,
axlar yvir seg kápu blá,
í glasglugga at standa.

9.

Elin stendur í glasglugga,
sær hon út so víða,
fagur var tann knörrin,
hon sær eftir havinum líða.

10.

»Fullvæl kenni eg seglini,
fullvæl kenni eg rá,
fullvæl kenni eg knörrin tann,
ið harra Pætur ár.«

11.

Elin gongur til strandar oman,
sínum borðum skeyt,
fagur var sá knörrin,
for bryggjuni fleyt.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0217.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free