- Project Runeberg -  Lesibók /
202

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

»Hovrið tit, ríkir keypmenn!
hvat havið tit at selja?«

— » Vit hövum skrúðir og skarlak

reytt,

tað besta, frú kann velja.«

13.

»Lítið er mær um skrúðir
og ei um skarlak reyða,
mín bróðir er av landi úti,
tí syrgi eg meg til deyða.«

14.

»Hann er ei tín bróðir,
hann er tín biðlasvein,
hann er sær í Danimark,
har ræður for borgum ein.

15.

Hann er sær í Danimark,
teir kalla hann harra Pætur ríka,
hann hevir fest ta donsku frú,
hon er ikki tygara líki.«

16.

Elin gongur frá strondum niðan,
sveipar hon seg í skinn,
so gár hon í högaloft
for Eirik, bróðir sín, inn.

17.

»Væl sitið tær, Eirikur, bróðir

mín!

tað sigi eg tær av:
viltu vera mín stýrimaður
yvir tað salta hav?«

18.

»Set teg niður við mínum borði,
drekk við mær í dag!
eg kalli tað ei vera moyggjarsið
at sigla tað salta hav.«

19.

Elin snúðist av hallini út,
mestan var hon vreið:

»Gud lati teg ikki liva tann dag,
eg hiði teg bønir meiriD

Tekur hon allar moyggjarnar,
setur saman í ring,
hon tók upp ein silvursax,
hon klippir hár umkring.

21.

Tekur hon allar moyggjarnar,
hon klippir av teim hár,
síðan lærir hon allar tær
tað jútska riddaramál.

22.

Tekur hon allar moyggjarnar,
sker teim riddaraklæði,
so ganga tær til strandar oman,
sum Elin fyri var.

23.

Eirikur gongur til strandar oman
á tann sama dag:

»Eg vil vera tín stýrimaður
yvir tað salta hav.«

24.

»Eg seti ikki minni við
enn mín silvurring:
eingin kemur kallmaður
innan skipakring!

25.

Eg seti ikki minni við
enn mín silvurkross:
eingin kemur kallmaður
inn á skip til oss!

26.

Eg seti ikki minni við
enn rnín silvurkorða:
eingin kemur kallmaður
innan snekkjunar borðaU

27.

Enntá var tað Elinborg,
dregur upp á seg glógva,
so gár hon til stýri at stá,
og ternurnar at rógva.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0218.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free