- Project Runeberg -  Lesibók /
206

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

/

Kálvur lítli.*)

Kálvur lítli var prestur í Sandoy í Føroyun. Hervilega
grammur var hann í skapi, hádingsmaður og ein rættur
ófl ggjakroppur, og eru harum enn frásagnir.

Kletta- og Skarðsbøirnir (»norðuri á bø« heima á Sandi)
eru áfastir við prestagarðsbøin í Todnesi, og
Norðbinga-neytini (neytini norðuri á bø) vóru Kálvi so bágin við
heim-gongu á Todnes bø. Ikki hugnaði honun hetta. Hann legði
tá fótonglar tætt innanfiri grindina, sum hann læt standa
opna til at lokka tey fremmindu neytini inn á bø sín. Um
morgunin, tá ið hann hugdi út ígjøgnun gluggan, hevði hann
tann stuttleikan at síggja ein hóp av neytun liggja dottin um
rigg tætt innanfiri grindina. Hann bretti sær við, tí at bragðið
var gingið honun so væl í hond, fór læandi innar í
royk-stovuna og segði við húskadlarnar: «Grímurnar uppi á bø,

nú spjálka tær kleyvun innanfiri grind í morgun!« Stinnur
titaði prestur inn um grind, gleðandi seg til at síggja
Norð-binganeytini føst í fótonglunun, men varð honun dátt við
dagin, tá ið hann sá, at tað vóru hansara egnu neyt, ið har
lógu, og flestødl av teimun longu deyð. Tá græt Kálvur
lítli. Tað er bæði firsta og síðsta ferðin, at tað frættist, at
hann hevur grátið.

Kálvur læt gera sær gróthús á hólminun í Sandsvatni;
har goymdi hann kjøt og annan mat. Løgarsteinar læt hann

*) Henda sögnin eins og tær eftirfylgjandi sögurnar, sum fyrst eru prentaðar
av dr. phil. Jakob Jakobsen, eru her skrivaðar við teirri av honum
vanliga nýttu stavseting. — Kálvur lítli livdi stutt fyri ár 1400.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0222.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free