- Project Runeberg -  Lesibók /
208

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

hansara og bað hann koma við sær og hjálpa sær at taka
skarvsungar í urðini undir Ádnabergi. Teir fóru hagar við
báti, men best sum Ádni var komin upp á land, róði Kálvur
frá attur og læt hin sita. Ongan veg var gongt heim frá
urðini í teirri tíðini; men síðan hevur brimið ruddað so nógv
grót burtur, at nú er gongt heim. Har legði Ádni síni bein,
og Kálvur tók ogn hansara. Enn sæst toftin (Ádnatoft),
har sum hann búði.

Bødn Ádna gingu altíð í støðna at biðja fisk ettir tað,
at pápin var deyður. Ein dagin hevði Todnesbáturin verið
útrógvin — Rasmus Kálvsson var formaður. Kálvur kom
og bað bera fiskin niðan í gróthúsið; bødn Ádna bað hann
fara inn í bátin, á floti lá, og fáa sær agn. Sum tey sótu

í bátinun, kom Kálvur og skeyt hann frá landi. Rasmus

Kálvsson hoyrdi rópini og grátin til teirra og gjørdi seg til

at fara ettir teimun í einun øðrun báti; men ovurveður var,

ættin lá frá landi, og langur vegur var at draga bátin úr
neystinun. Hetta tarnaði hann so nógv, at hann varð ov
seinur at bjarga teimun. Hann sá bátin við teimun fara inn
undir Ádnaberg og sorlast í briminun. Men Kálvur torði
ikki at koma attur í ljósmála í tveir dagar; so ræddur var
hann firi soninun.

Ein arbeiðskona kjá Kálvi stóð ein dagin og knoðaði
malta. Hon hevði klípt eitt sindur burtur av og bakaði sær
ein dríl framíkjá. Kálvur kom gangandi um didnar, sá kvat
hon hevðist at og smatt avstað attur. Eina lítla løtu ettir
kom hann inn attur (nú mundi vera bakað, ætlaði hann), og
í sama bragdi kipti arbeiðskonan maltadrílin til sín og stakk
hann í barmin glóðheitan. Kálvur varð varigur við tað, men
lætst ikki um vón. Hann bað hana koma við sær í stundini
og bera seg um ánna. Hon hevði ongan iđlgruna og læt
sær ettirlíka. Tá ið tey vóru komin at ánni — kvikliga gekk
hann — tók hon hann uppá bakið at bera. Hann legði
hendurnar í kross har sum hann kundi ætla, at maltadrílurin
var stungin, og trísti so á tað fastasta ið hann orkaði. Hon
skar í eitt róp, men hann spurdi, av kvørjun hon rópaði so.
Tá í vandanun gekk hon við, kvat hon hevði gjørt. Tað

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0224.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free