- Project Runeberg -  Lesibók /
209

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

stikki av bróstinun, sum tann heiti drílurin hevði nomið við,
brenðist, og fekk hon harav deyðamein.

Ilt var ímidlun Kálvs og sonarkonuna (konu Haralds).
Ein morgun, tá ið maður hennara var farin út at rógva,
spurdi hin gamli hana, kvussu veðrið var. Hon svaraði:
»Fagurt veður er; gudlið brakar unðir fótunun!« Tað var
frostið, hon meinti. »Háður tú meg, so skal eg spotta teg,«
segði Kálvur grammur um tað, at hon helt fragd at honun.
Síðan beyð hann arbeiðskonunun í Todnesi, at tær skuldu
kinda ein stóran eld »norðuri á breyt« norðanfiri húsini í
Todnesi. Hann ætlaði at brenna hana á báli. Men
arbeiðs-konurnar, ið kindu, gjørdu tað ógvuliga treyðar og kindu
upp við mold, neytamikju og ødlun ruski, at tað skuldi ikki
kikna, men rúka dúgliga, og roykurin kom tá eisini at vera
so óførur, at sjóbátarnir sóu hann. Sonur Kálvs var á tí
miðinun, sum rópast Grinnan og er stutt uttanfiri Salthøvda
og endan av Skúgvoy. Tá ið hann sá roykin upp firi Vøruna,
var honun idla við: »Mestur hefst hin gamli okkurt at ídag!«
segði hann og bað hinar rógva til lands. Hann skundar
undir teir; adlir seta fót í bekk og toga á árarnar. I urðini
í Grótvík settu teir upp, og í somu stund sum Kálvur og
menn hansara nøktaðu konu Haralds úr klæðunum til at
koyra hana á bálið, kom Haraldur til við sínari bátsskipan
og gav pápanun homlubandið so diggt um riggin. So var
hon bjargað. »Hevði tú ikki verið faðir mín, skuldi tú sjálvur
farið á bálið,« segði sonurin við pápan.

Eina ferð kærdi Kálvur seg um, at blóðmørurin, ið hann
fekk frá húsfrúnni í Húsavik, tá ið hann gisti kjá henni, var
ov soltin. Næstu ferð, tá ið hann kom til Húsavíkar at gista,
setti hon firi hann eitt stikki av einari rossavomb, sum hon
hevði latið ístur upp í. Tá segði Kálvur: »Mádelig pølse

er altid bedst, hvad enten den er af ko eller hest.«

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0225.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free