- Project Runeberg -  Lesibók /
210

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Regin í Toftun *)

Regin í Toftun suðuri í Vági í Suðuroy var ein rættur
ivirgangskroppur, herviligur gandakadlur og viðgitin íiri stirki;
men ikki var hann sagdur at vera vitugur maður. Hann átti
adlan Toftahaga (átta merkur í jørð), hálvan Lambhaga og
Tórishaga, ið eru næstir Sunnbiar bigd (báðir átta merkur),
og í Hamrahaga skuldi hann eisini eiga, so at ogn hansara
var ein fjórðingur av adlari Vágsbigd.

Eina ferð hevði hann verið í Mikinesi og sæð eina kúgv
har, sum var eins litað og ein kúgv hansara sjálvs, ið deyð
var. Hann fór so einsamadlur á einingi í báti attur til
Miki-nes, legði sína deyðu ltúgv upp har, tók hina inn í bátin í
staðin og róði so heim attur. Tá ið hann korn suður íiri
Nípubakka (norðanfiri Kvalvík í Suðuroy), fekk hann
and-stroymi; vestfalsbroddur kom á hann. Hann róði tvær reisur
til av ødlun alvi, men báturin rak attur. So fór hann í
íikkuna ettir punginun, tók eina trístrenda nál upp úr og
rendi gjøgnun nasarnar í øði, so blóðið spruttaði út ígjøgnun.
Tá gekk báturin.

Siður var tá í tíðini, at, tá ið grasningur var (trætni um
hagamark), gingu tveir menn, ein firi kvønn partin, saman at
glímast, og var tað kadlað »hólmgonga«. Rættur var tá, at
tann, ið vann, setti markið har, sum hann og hansara partur
ætlaðu, at tað skuldi vera.

Frásagnir eru um tríggjar glímur, ið Regin hevði um
hagamark.

*) Regin í Toftun mundi liva mitt í 15. øld.

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sun Dec 10 15:10:59 2023 (aronsson) (download) << Previous Next >>
https://runeberg.org/lesibok/0226.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free