- Project Runeberg -  Lesibók /
211

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

Ein steinur er eysturi í túninun í Toftun, sum søgn
gongur um, at tann, ið dettur um hann, kemur ikki
skaða-leysur upp attur. Dráttur var ímidlun Nesbóndan og
Tofta-bóndan um markið. Bæði neyt, seyður og ross gingu úr
Neshaganun inn á Toftagarðin. Nesmenn settu ein íslending,
sum var hildin at vera sterkur í gandi, til at berjast ímóti
Regini, og bardagin stóð heima í Toftatúninun. Regin sifti
íslendingin, so riggur hansara kom tvørtur um hin áðurnevnda
steinin og brotnaði. Regin gjørdi tá einsamadlur
markna-garðin ímidlun Nes og Tofta ettir sínun tikki (bróstið
Nes-megin, so neytini skuldu ikki sleppa inn á Toftahaga). Sjálvur
sat hann og virkaði hosubond, meðan flagtorvurnar, seks og
sjey, komu brestandi og løgdu seg á garðin.

Eitt smalt stikki av Botnhaga, húshagin, gongur niður
ímidlun Gjógvaráfjals og Toftahaga (Botnhagin sjálvur er í
erva)., Harum stóð trætni midlun Regin í Toftun og
Gjógv-arámenn, tí báðir partar kannaðu sær adlan húshagan.
Gjogv-arámenn, sum áttu ogn i Botnhaga, vildu sleppa við
mark-inun í Longutrøhodn, men Regin vildi hava tað heilt upp í
Gjógvarágjógv. Hólmgonga var samrádd, og Gjógvarámenn
valdu Dánial við Gjógvará, ið eyknevndur var Krókurin, til
at berjast ímóti Tofta-Regini. Eyknevnið Krókurin hevði
hann av tí, at hann vildi altíð krøkja sær meira til, enn hann
átti. Ein garð gjørði hann, sum vendi bakið ímóti Botnhaga
og bróstið ímóti Gjógvaráfjadli, so tað ið leyp inn um av
seyði slapp ikki út attur — tað krøkti hann til sín. Hann
var bæði stórur og sterkur og hildin at vera vitugur maður.
Hólmgongan stóð »uppi á lág« (omanfiri húsini í Smidlun),
mitt ímidlun Gjógvaráfjals og Longutrøhodns. Regin hevði
ta firstu siftuna, men hin fedl ikki, tí hann var frálíka
fót-góður, og tó at Regin hevði hann høgt upp í loft, kom hann
standandi niður attur. So fór við imsun siftun, ið Regiti
gjørdi, at hin fedl ikki; men av tí, at Gjógvarámaðurin hevði
minni megin, sifti hann ikki attur ímóti, uttan ansaði bara
sær sjálvun, at hann skuldi ikki fadla, og ætlaði á henda
hátt at lúgva Toftabóndan. Regin, sum hevði varhuga av
tí, ilskaðist og segði, at hetta var ikki firi mark, at hann

14*

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0227.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free