- Project Runeberg -  Lesibók /
212

(1911) [MARC] Author: Adrias Christian Evensen
Table of Contents / Innehåll | << Previous | Next >>
  Project Runeberg | Like | Catalog | Recent Changes | Donate | Comments? |   

Full resolution (JPEG) - On this page / på denna sida - Sidor ...

scanned image

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Below is the raw OCR text from the above scanned image. Do you see an error? Proofread the page now!
Här nedan syns maskintolkade texten från faksimilbilden ovan. Ser du något fel? Korrekturläs sidan nu!

This page has never been proofread. / Denna sida har aldrig korrekturlästs.

sifti ongantíð. Gjógvarámaðurin varð tá noyddur at gera
eina stiftu; men í tí sama setti Regin fót íiri hann, so hann
fedl, og Regin kom omaná. Tá tók Gjógvarámaðurin ein
knív fram, sum hann hevði goymt uppi á sær, og rendi í
lærið á Regini. Av hesun stingi varð Regin so skakkur, at
hann sprakk á føtur, brá sær avstað alt í senn og rópaði
upp í há, at hin hevði stungið hann; men Gjógvarámaðurin
lielt fram, at hann hevði vunnið, av tí at Regin ílíddi undan
honun. Teir átta menn, ið kjástaddir voru sum vitnir, søgdu
so, at Gjógvarámaðurin hevði vunnið, og markið kom at
vera Longutrøhodn.

Um hetta leitið var eisini nógvur dráttur ímidlun
Sunn-bingar og Vágbingar. Báðir partar valdu tá kvør sín mann
til at gera Lopransgarð í felagi. Regin í Toftun, ið var íiri
Vágbingar, vildi hava hann suður undir Heyggj
(Sunnbiar-megin), men Regin í Hørg, eyknevndur »Sunnbiarkleyvin«,
vildi hava hann upp í Eiðishamar (Vágsmegin). Teir
sam-eintust so um, at kvør skuldi gera frá sínun enda: Regin

í Toftun eystara endan og Regin í Hørg hin vestara, og so
møtast á miðjuni. Garðurin kom tí at ganga uppá skák
báðumegin frá, imsar vegir snúaður, krókaður og skinklaður.
Men enn var stríðið ikki endað, tí báðir partar vildu ognast
Lopranshólm vestanfiri Lopranseiði, har sum markaskjalið
var ímidlun báðar bigdirnar. Avrátt varð tá, at hólmgonga
skuldi enda stríðið. Vágbingar sendu Tofta-Regin,
Sunn-bingar Regin í Hørg (»Sunnbiarkleyvin«), ið tá var
høvuðs-maður í Sunnbø. Hann átti adla Blæðingina (fjúrtan merkur)
og helvtina av Sunnbiar bigd. Stórur og stimburmikil maður
var hann. Tofta-Regin gav seg treyður til, tí
Gjógvará-maðurin hevði loypt ekki á hann, tá ið hann stakk hann.
Men av tí, at Dánial við Gjógvará var deyður hálvt ár
ettir tað, at hann hevði haft hólmgonguna við Regin
(gandaður, hildu fólk, av honun, ið so vildi hevna seg
firi stingin), so var eingin ettir í Vági uttan Regin, ið
tordi at mæta mátt sín móti Sunnbiarkleyvini. Vágbingar
lovaðu honun fjórðing av hólminun og eggjaðu hann so
til hólmgonguna. Dagin ettir Jóansøku gingu báðir saman

<< prev. page << föreg. sida <<     >> nästa sida >> next page >>


Project Runeberg, Sat Dec 21 12:26:56 2019 (aronsson) (download) << Previous Next >>
http://runeberg.org/lesibok/0228.html

Valid HTML 4.0! All our files are DRM-free